Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Sálmarnir 73
Ein sálmur; av Ásafi.
v1Av sanni, Guð er teimum rættsintu góður, teimum, ið reint hava hjarta.v2Og tó var tað tætt við, at føtur mínir snávaðu, tað vantaði lítið, at eg gleið útav.v3Tí at ein meinbogi vóru teir vándu mær, eg sá lukkuna hjá teimum gudleysu,v4tí at teir kenna ongar kvalir, og kroppur teirra er frískur og sterkur.v5Teir vita ikki av neyð sum onnur fólk og verða ikki raktir javnt við aðrar.v6Tí er hugmóð hálsband teirra, og teir eru sveipaðir í órættar skikkju.v7Úr teirra huga kemur fram synd, teirra hjartans tráan kann einki forða;v8í tí djúpa tala teir ilt, í tí høga tala teir fals.v9Teir seta munnin til himmals upp, um jørðina strýkur teirra tunga.v10Harfyri fer fólkið til teirra og sýgur inn vatnið í stórum.v11Tey siga: «Hvussu skuldi Guð nakað vita, og hin hægsti hava nakran kunnskap?v12Sí, hesir eru jú gudleysir menn, og tó altíð tryggir teir vaksa í mátti!v13Bert til ónyttu havi eg hildið mítt hjarta reint og mínar hendur í sakloysi tváað;v14allan dagin ígjøgnum tó raktur eg verði, hvønn morgun av nýggjum eg revsaður verði.»v15Um eg hevði hugsað at tala svá, tá hevði ein svikari eg verið móti børnum tínum.v16Men eg grundaði yvir at skilja hetta, svárt var tað í mínum eygum.v17Inntil eg gekk inn í halgidómar Guðs, gav gætur um endalykt teirra:v18Tú letur á hálkur teir stíga, tú letur í smildur teir falla!v19Hvør vórðu í bræði teir oyddir, horvnir, avkomnir av ræðslum!v20Eins og dreymamynd teir hvørva, tá ein vaknar; tú vaknar og lært at teirra mynd!v21Meðan eg var í hjarta grammur og kendi ilsku í nýrum mínum,v22var eg hugsanarleysur og fataði einki, var eg fyri tær sum eitt ómælandi djór.v23Men eg eri jú altíð hjá tær, tú hevur tikið í mína høgru hond!v24Tú meg leiðir við tínum ráðum og tekur meg síðan til dýrdar!v25Hvønn havi eg annars í himni, bert eg eri hjá tær, leggi eg einki í heimin!v26Um mítt hold forferst og mítt hjarta, er tó Guð mín klettur og mín lutur allar ævir!v27Tí at teir, ið seg halda frá tær, ganga til grundar, allar, ið tær ótrúgvir eru, tú oyðir.v28Men mítt góða er at vera Guði nær, til Harrans eg seti mína lít, til tess at boða frá øllum verkum tínum.