|
Sálmarnir 74 Ein maskil av Ásafi.v1Hví hevur tú, Guð, okkum koyrt burtur med alla, hví rýkur tín vreiði móti tí fylgi, tú røktar?v2Minst til tín flokk, sum tú vanst tær í forðum! Gloym ikki arvagrein tína, Zions fjall, har tú býrt!v3Lyft upp tíni fet til tær ævigu toftir, í halgidóminum illa er fíggindin farin við øllum!v4Tínir fíggindar ýldu inni í samkomuhúsi tínum, síni merki teir settu sum merki har inni!v5Tað kendist, sum tá í viðalund øksir verða havdar á lofti.v6Alt skurðarverk, har inni var, teir við øksum og homrum høgdu sundur.v7Teir settu eld á halgidóm tín, í grund teir vanhalgaðu staðin, har sum navn títt hevur búgv!v8Teir søgdu í hjørtum sínum: «Týnum teir allar samlar!» Teir brendu øll Guðs samkomuhús um landið.v9Merki vár síggja vit ikki, profet hava vit ongan longur, hjá okkum er eingin, ið veit hvussu leingi!v10Hvussu leingi, Guð, skal fíggindin háða, øvundarmaðurin spotta títt navn allar ævir?v11Hví dregur tú hond tína til tín, krógvar tína høgru hond undir kappafaldi tínum?v12Og Guð er tó drottin mín úr forðum, hann ið frelsuverk útinnir á jørð.v13Tað var tú, ið kleyv havið við veldi, ið breyt høvur á drekunum á sjónum!v14Tað var tú, ið sló sundur Livjatans høvur og gav tey til føði fyri djór í oyðimørk!v15Tað vart tú, ið renna læt keldur og áir, ið turkaði upp teir avgomlu streymar!v16Tín er dagurin, og tín er náttin, tað vart tú, ið gjørdi til ljós og sól!v17Tú setti fyri jørðini markini øll, tú bjóst til summar og vetur!v18Og kortini fíggindin háðar, Harri, eitt fólk av dárum spottar títt navn!v19Gev ikki villdjórum turtildúgvu tína! Gloym ikki lív arminga tína um ævir!v20Hav sáttmálan í huga! Tí allir loynikrókar á landi eru fullir av órættar bølum!v21Lat ikki hin hjálparleysa venda aftur við skomm, lat hin arma og eyma tínum navni prísa!v22Reis teg, Guð, og fyri sak tíni stríð! Minst til tína háð allan dagin av dárum!v23Gloym ikki reystina á fíggindum tínum, í heilum hoyrist óljóðið av øvundarmonnum tínum! |