Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Sálmarnir 75
v1Til songmeistarans, al tasjket, ein sálmur av Ásafi, ein songur.v2Vit lova tær, Guð, vit syngja tær lov; tey, ið kalla á navn títt, siga frá undurverkum tínum.v3«Um enn frest eg gevi, eg tó við rættvísi dømi.v4Um enn jørðin riðar og allir íbúgvar hennar, eg tó súlur hennar festi.» Sela.v5Við dárarnar sigi eg: «Verið ikki dárar,» við teir gudleysu: «Reisið ikki hornini!v6Reisið ikki horn tykkara móti himni, og verið ikki so nakkafattir í talu!»v7Tí at ikki úr eystri og ikki úr vestri, ikki úr oyðimørk og ikki úr fjøllum kemur hjálp,v8men Guð er hann, ið dømir, henda setir hann lágt, handa setir hann høgt.v9Tí at í Harrans hond er steyp, fult av skúmandi, kryddaðum víni, hann skeinkir tað einum eftir øðrum, sjálvt berskakan skulu teir tøma, drekka skulu allir gudleysir á jørð.v10Men eg vil gleðast um allar ævir og lov syngja Jákups Guði.v11Hann høggur øll hornini av óndum monnum, men rættvísir menn skulu bera hornini høgt.