Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Sálmarnir 76
v1Til songmeistarans; við streingjaleikiv2Kunnur er Guð í Júda, mikið er navn hans í Ísrael.v3Í Salem er tjaldbúð hans, á Zion er bústaður hans.v4Har breyt hann sundur boganna snarljós, skjøldur og svørð og bardaga vápn. Sela.v5Vegligur sýndist tú frá teim ævigu fjøllum.v6Herfongur gjørdust teir hugdjørvu kappar, fullu í dvala, møddust á hondum allir teir sterku seggir.v7Fyri hóttan tíni, Jákups Guð, blunda í svøvni bæði vagnar og hestar!v8Óttaligur ert tú, og hvør torir standa fyri vreiðinnar veldi tínum?v9Av himni tú dómin lætst ljóða, bivaði jørðin og stiltist,v10tá ið Guð seg reisti til dóms fyri at bjarga eyðmjúkum øllum á jørð. Sela.v11Tí mannavreiði má lovprísa tær, vreiðinnar leivdir mega veita tær sóma!v12Heitstreingi lovið og haldið fyri Harranum, Guði tykkara! Allir rundan um hann skulu koma við gávum.v13Høvdinganna mót hann kúgar, óttaligur er hann heimsins kongum.