|
Sálmarnir 77 v1Til songmeistarans, til jedutun, av Ásafi ein sálmur.v2Eg kalli á Guð, og eg rópi, eg kalli á Guð, at hann má meg hoyra!v3Á degi í trongd míni eg søki til Harrans, á nátt eru ótroyttiliga rættar út mínar hendur.v4Ongan ugga sál mín fær, eg stynji, og andi mín maktast. Sela.v5Stív standa eygnalok míni, í ørviti eg eri og havi einki mæli.v6Eg hugsi um fornar dagar, eg minnist á farin ár.v7Á náttartíð eg grundi í mínum hjarta, eg hugsi meg um og rannsaki mín anda.v8Vil tá Harrin allar ævir reka frá sær og onga tíð náði sýna meira?v9Er mildi hans uppi med alla, trúfesti hans á enda allan aldur?v10Hevur Guð tá gloymt at hava várkunn, ella í vreiði latið aftur fyri miskunn síni? Sela.v11Eg sigi tí: Hetta er harmur mín, at høgra hond hins hægsta er umskift!v12Eg havi í huga stórverk Harrans, tí eg minnist á tíni undur úr forðum.v13Eg hugsi um allar gerðir tínar, um øll tíni verk eg grundi.v14Í heilagleika var vegur tín, Guð, hvør er ein veldigur Guð eins og Guð!v15Tú ert ein Guð, ið undurverk innir, mátt tín tú kunngjørdi fólkanna millum.v16Við tínum armi tú loysti út fólk títt, synir Jákups og Jósefs. Sela.v17Vøtnini sóu teg, Guð, vøtnini sóu teg og skulvu, og dýpini gingu kyk.v18Skýggini glopraregn oystu, í lofti tað dundi, tínar ørvar flugu íkring.v19Tín torusláttur glumdi, ljósini lýstu fold, jørðin risti og skalv.v20Gjøgnum havið lá leið tín, gjøgnum stóru vøtnini gøtur tínar, ei sjónlig vóru fótaspor tíni!v21Tú fólk títt førdi sum eitt fylgi við hond teirra Mósesar og Árons. |