Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Sálmarnir 78
v1Ein maskil; av Ásafi.
Lýð tú, fólk mítt, á læru mína, gev orðum av munni mínum ljóð!v2Lat meg lata upp munnin í líkingamáli, seta fram gátur úr fornum døgum,v3sum hoyrt vit hava og nomið, sum fedrarnir hava sagt okkum frá,v4sum ikki varð dult av sonum teirra, ið greiddu teirri fylgjandi ætt frá stórmerki Harrans og veldi hans, frá teimum undurverkum, hann gjørdi.v5Hann setti upp eina samtykt í Jákupi, eina lóg hann grundaði í Ísrael, hvar hann beyð fedrum várum at kunngera tað sonum teirra,v6so at ein seinni slekt skuldi um tað vita, og børn, ið seinni vórðu fødd, kundu gera børnum sínum tað kunnigtv7og til Guð seta álit sítt, og ikki gloyma gerningar Guðs, men goyma væl boðorð hans,v8og ikki verða teirra fedrum líkir, ein tvør og ólýðin slekt, hjarta hennar var ikki staðfast, og andi hennar var ikki trúgvur móti Guði.v9Efraims synir vóru bogamenn, ið vendu undan í stríðinum.v10Teir hildu ikki sáttmála Guðs, og lóg hans teir ikki vildu fylgja.v11Gerningar hans teir gloymdu og undur hans, sum hann hevði teimum sýnt.v12Fyri fedrum teirra hann undurverk gjørdi í Egyptalandi, á Zóans mark.v13Hann havið kleyv og læt teir fara ígjøgnum, hann sjógvin læt standa sum ein garð.v14Um dagin hann teir leiddi við skýnum, alla náttina við ljósi av eldi.v15Í oyðimørkini hann klettarnar kleyv, og læt teir drekka av vatnsdjúpum stórum.v16Hann leiddi fram løkir úr fjalli og fekk vatnið at renna oman sum áir.v17Men teir hildu á at synda móti honum, og í oyðimørkini at treiskast móti hinum hægsta.v18Í hjørtum teirra teir freistaðu Guð og kravdu føði eftir teirra tykki.v19Móti Guði teir talaðu og søgdu: «Man Guð kunna reiða í oyðimørk borð?v20Víst sló hann á klettin, so vatnið fleyt, og áir runnu fram. Men man hann eisini kunna geva breyð og lata fólk sítt fáa kjøt?»v21Tí ilskaðist Guð, tá ið hann hetta hoyrdi, tað birtist ein eldur móti Jákupi, og vreiði kom upp móti Ísrael,v22tí at teir ei trúðu á Guð og ei litu á frelsu hans.v23Tá skýggjunum í erva hann beyð, og himmalsins dyr hann læt uppv24og læt regna manna yvir teir niður, hann himmalsins korn teimum gav.v25Einglabreyð fingu menn at eta, hann sendi teimum føðslu til mettu.v26Hann eystanvindin reisti á himli, hann sunnanvindin leiddi í mátti sínum fram.v27Hann læt yvir teir regna við kjøti sum moldrok, við fljúgvandi fuglum sum havsins sandur;v28hann læt teir falla millum tjaldbúðir teirra, íkring um bústað sín.v29Og teir ótu og almettir vórðu, hann gav teimum tað, teimum lysti.v30Men meðan teir enn høvdu matin í munni,v31tá reis móti teimum Guðs vreiði; hann drap teirra máttmiklu menn, og Ísraels ungu sveinar hann feldi.
v32Og tó teir hildu á við at synda, og ei teir trúðu á undurverk hans.v33Tá í tómleika hann endaði dagar teirra og í hastiligari ræðslu teirra ár.v34Tá ið hann teir drap, teir til hansara søktu, teir vendu við og spurdu eftir Guði.v35Teir mintust, at Guð var klettur teirra, hin hægsti Guð endurloysari teirra.v36Teir sviku hann við munni teirra, lugu fyri honum við tungu teirra.v37Men hjørtu teirra ei hjá honum vóru føst, móti sáttmála hans teir ei vóru trúgvir.v38Men tó hann miskunnsamur er, synd hann fyrigevur, ikki hann oyðir; vreiði sína hann stillir ferð eftir ferð, heldur aftur við allari ilsku síni.v39Hann minnist, at teir eru kjøt, ein andablástur, ið hvørvur med alla.
v40Hvør ofta í oyðimørkini teir vóru honum tvørir, voldu honum harm har úti á heiðum!v41Ferð eftir ferð teir freistaðu Guð og voldu hinum heilaga Ísrael móð.v42Teir mintust ei á hond hans, ei heldur tann dag, hann teim undan fíggindanum slepti.v43Hann, sum í Egyptalandi gjørdi tekin síni, og á Zóans mark undurverk síni,v44skifti áir teirra um til blóð, so at ikki var drekkandi vatnið;v45sendi mýggjabitar at teim, ið ótu teir, og froskar, ið teir oyðiløgdu;v46gav grashoppum avgrøði teirra, og flogkyktum alt heystið teirra;v47drap við heglingi víntrø teirra, morberjatrø teirra við frosti;v48oyddi fenað teirra við sótt og øll teirra neyt við sjúku;v49sendi at teim sína brennandi vreiði, ótokka, móð og grimd, eina sendiferð av ólukkueinglum;v50breyt fyri ilsku síni slóð, spardi ei sálir teirra frá deyða, læt drepsótt taka teirra lív.v51Feldi teir frumgitnu allar í Egyptalandi, mansalvans frumgróður í tjøldum Kams.v52Læt fólk sítt fara avstað sum eitt seyðafylgi, rak tey í oyðimørkum sum eina gongu;v53leiddi tey í trygdum, so tey ei ótta kendu, meðan havið fjaldi fíggindar teirra.v54Førdi tey til sítt heilaga land, tey fjøll, sum hans høgra hond vann;v55rak undan teimum fíggindar teirra, læt jørð teirra falla teimum í lut, og læt í tjøldum teirra ættargreinir Ísraels seta búgv.v56Men tey treiskaðust móti Guði, hinum hægsta, og boðorð hans ikki tey hildu.v57Tey fullu frá og vóru trúleys sum fedrar teirra, sviku eins og veikur bogi.v58Tey harmaðu hann við offurheygum teirra, eggjaðu hann við skurðgudum teirra.v59Guð tað hoyrdi, og vreiður hann gjørdist, og av Ísrael hann deyðleiður var.v60Hann flutti frá bústaði sínum í Silo, tí tjaldi, hann hevði reist millum manna.v61Læt stoltleika sín í fangilsi fara, gav dýrd sína upp í fíggindavald.v62Hann legði sítt fólk fyri svørðið, og ilskaðist inn á arvalut sín,v63tess ungu sveinar át eldurin upp, tess moyggjar fingu ei brúðarkvæði,v64tess prestar fullu fyri svørði, tess einkjur sluppu ikki at gráta.v65Tá vaknaði Harrin sum ein, ið svevur, sum ein kappi, ið er avdrukkin av víni.v66Hann sló fíggindar sínar á bakið og læt teir fáa eina æviga skomm.v67Tó hann vrakaði tjaldbúð Jósefs, Efraims ættargrein hann ikki útvaldi.v68Hann ættargrein Júda sær valdi, Zions fjall, sum hann elskar.v69Hann sín halgidóm bygdi sum tey høgu fjøll, grundaði hann um ævir eins og heimin.v70Hann valdi sær Dávid, tænara sín, og frá seyðarættunum tók hann.v71Læt hann koma frá djórum, ið geva at súgva, til tess Jákup at røkta, sítt fólk, og Ísrael, arvalut sín.v72Hann røktaði tey av reiðuligum hjarta, leiddi tey við vísari hond.