|
Sálmarnir 79 Ein sálmur av Ásafi. v1Í óðal títt, Guð, eru heidnir innfarnir, hava títt heilaga tempul vanhalgað, hava til grótrúgvur umskapað Jorsal.v2Teir líkini av tænarum tínum hava givið til føði hjá himmalsins fuglum, kjøtið av teim heilagu tínum til jarðarinnar villdjór.v3Teir oyst hava út teirra blóð eins og vatn rundan um Jorsals bý, og eingin er, ið tey jarðar.v4Fyri gronnum várum vit eru vorðin til skammar, til spott og til spæ fyri teimum, ið rundan um okkum búgva.v5Hvør leingi, Harri, skal vreiði tín vara, skal yvri tín brenna sum eldur?v6Oys út tína vreiði yvir fólk tey, ið teg ei kenna, yvir kongaríki, ið ikki á navn títt kalla!v7Tí tey hava etið upp Jákup og lagt hans bústað í oyði.v8Rokna ei okkum til fedranna syndir, lat tína miskunn brátt okkum møta, tí vit ógvuliga illa eru farnir!v9Hjálp okkum tú, várar frelsunnar Guð, fyri navns tíns dýrdleika skuld. Bjarga okkum og fyri títt navn fyrigev syndir várar!v10Hví skulu heidnir siga: «Hvar er teirra Guð?» Lat fyri eygum várum heidnar hevndina fáa, fyri tað blóðið teir rendu á tænarum tínum.v11Lat fanganna stynjan koma tær fyri ásjón; sum seg sømir tínum sterka armi, tú loysi út deyðans børn!v12Lat várar grannar fáa sjeyfalt aftur í fang ta háð, sum teir, Harri, teg háðaðu við!v13Men vit, títt fólk og tað fylgið, tú røktar, vit vilja tær allar ævir lova, ætt eftir ætt kunngera títt prís. |