|
Sálmarnir 8 v1Til songmeistarans; til gittit; ein sálmur av Dávidi.v2Harri, vár drottin, hvør vegligt er navn títt um allan heimin, tú, hvørs dýrd røkkur til himna!v3Av smábarna og bróstabarna munni tú verju hevur tær gjørt, fyri tína fígginda skuld, fyri øvundarmonnum og hevndsjúkum at steðga.v4Líti eg at tínum himni, fingraverki tínum, mána og stjørnum, sum tú hevur fest –v5hvat er tá maður, at tú minnist á hann, og mannabarn, at tær kemur tað í hug!v6Tú gjørdi hann nærum til Guð, hevur krýnt hann við dýrd og við æru,v7hevur sett hann at ráða yvir handaverki tínum og alt undir føtur hans lagt,v8seyð og oksar, alt tilsaman, markarinnar villdjór tillíka,v9himmalsins fuglar og havsins fiskar, alt, ið á sævargøtum ferðast.v10Harri, vár drottin, hvør vegligt er navn títt um allan heimin! |