|
Sálmarnir 80 v1Til songmeistarans; til sjusjanedut; av Ásafi; ein sálmur.v2Ísraels hirði! tú gevi ljóð, tú leiði Jósef sum seyðafylgi! Tú, ið yvir kerúbum trónar, lat lýsa ljóma tínv3fyri Efraim, Benjamin og fyri Manasse! Bjóða út megi tína, og kom tú til hjálpar okkum!v4Herskaranna Guð, reis okkum aftur á føtur, lat lýsa ásjón tína, at vit mega bjargað verða!v5Harri, herskaranna Guð, hvør leingi hevur vreiði tín rokið, tó at fólk títt bað?v6Tú hevur okkum mettað við táranna breyði, givið okkum grát at drekka í fullum skálum;v7hevur latið okkum verða eina eymd fyri gronnum, fíggindar várir okkum spotta.v8Herskaranna Guð, reis okkum aftur á føtur, lat lýsa ásjón tína, at vit mega bjargað verða.v9Tú sleitst upp eitt víntræ úr Egyptalandi, tú heidnar rakst út og setti tað niður.v10Tú ruddaði rundan um røtur tess, tað rótfestist og fylti alt landið.v11Fjøllini avtakin vórðu av skugga tess, Guðs sedristrø av greinum tess.v12Tað breiddi út at havinum kvistar sínar og at ánni greinar sínar.v13Hví hevur tú garðin brotið niður uttan um tað, so at ferðafólk øll tað ræna,v14villsvín úr skóginum hava tað etið, djór av heiðini hava bitið tað av?v15Herskaranna Guð, reis okkum aftur á føtur, lat lýsa ásjón tína, at vit mega bjargað verða. Lít av himni niður og hygg eftir, hav umsorgan fyri víntræi hesum!v16Fjálga um tað, sum tín høgra hond plantaði, tann kvist, sum tú aldi tær upp!v17Teir hava í eldi tað brent og greinar tess brotið, lat teir farast av hóttan úr andliti tínum!v18Halt tína hond yvir manninum við høgru hond tína, yvir menniskjusyninum, sum tú aldi tær upp!v19So vilja vit ikki víkja tær frá, tú okkum varði, so vilja á navn títt vit kalla!v20Harri, herskaranna Guð, reis okkum aftur á føtur, lat lýsa ásjón tína, at vit mega bjargað verða! |