|
|
Sálmarnir 82 Ein sálmur; av Ásafi. v1Guð er staddur á gudafundi, mitt ímillum guda heldur hann dóm:v2«Hvussu leingi vilja tit døma rangar dómar og við vándum monnum draga eina línu? Sela.v3Veitið teim veiku og faðirleysu rætt, latið neyðstødd og fátæk fáa sømdir.v4Hjálpið teim ørmu og eymu, bjargið teim úr vándra manna hondum!v5Teir eru uttan vit og skil, í myrkri teir ganga, tí riða jarðarríkis grundarstólpar allir.v6Sagt eg havi: gudar tit eru, synir hins hægsta allir samlir;v7men av sonnum tit eins og menn skulu doyggja og falla sum høvdingar aðrir.»v8Reis teg, Guð, halt yvir jørðini dóm, tí yvir fólkasløgum øllum Harri tú ert! |