|
Sálmarnir 83 v1Ein songur, ein sálmur, av Ásafi.v2Guð, tú halt teg ei í friði, ver ei tigandi og stillur, o Guð!v3Tí sí, tínir fíggindar gera slíkan háva, tínir hatarar høvdinum lyfta!v4Loynibrøgd teir móti fólki tínum ætla, leggja ráðini saman móti teimum, tú goymdi.v5Teir siga: «Komið, úr fólkanna tali tey oyðum, aldri meira skal minnast Ísraels navn!»v6Ja, teir hava ráðlagt av einum huga, eru gingnir í felag móti tær saman,v7Edóms tjøld og Ísmaelitar, Móab og Hagritar,v8Gebal, Ammon, Ámalek, Filistaland og Týrusmenn.v9Eisini Assur er við teimum í hóslag og hevur arm sín Lots sonum lænt. Sela.v10Ger við teir sum við Midjan, sum við Sisera, sum við Jábin við Kisjon á,v11ið gingu til grundar við En-Dór og til taðfall á markini vórðu!v12Lat teimum gangast sum Órebi og Zeebi, øllum teirra høvdingum sum Zeba og Zalmunna!v13Tí at teir søgdu: «Vit vilja okkum vinna bústaðin hjá Guði!»v14Lat teir, Guð mín, verða sum leyvið, sum bosið, ið fýkur fyri vindi!v15Sum eldurin, ið kolar upp viðarskógv, sum login, ið svíður fjøllini av,v16soleiðis reki tú teir burtur við stormi tínum, ræði tú teir við óveðri tínum!v17Fyll teirra andlit við skommum, at teir mega navn títt søkja, Harri!v18Lat um ævir teir skammast og ræðast! Lat teir verða skemdar og fara til grundar!v19Lat teir sanna, at eina tú bert navnið Harri, hin hægsti yvir heimin allan! |