|
Sálmarnir 84 v1Til songmeistarans, til gittit, av Kora sonum, ein sálmur.v2Hvør yndisligir eru bústaðir tínir, herskaranna Harri!v3Sál mín stundaði, ja, so sára henni longdist eftir forgørðum Harrans. Nú hjarta mítt og likam mítt seg frøa at hinum livandi Guði.v4Eisini spurvin hevur funnið sær høli og svalan eitt reiður, har hon hevur lagt sínar ungar – altar tíni, herskaranna Harri, kongur mín, Guð mín!v5Sælir eru teir, sum í húsi tínum búgva, altíð teir lovprísa tær! Sela.v6Sælir eru teir, sum hjá tær eiga styrki, við pílagrímsferðum í huga!v7Fara teir gjøgnum Baka dalin, gera teir hann til eitt keldulop, og várregnið við signing hann fríðkar.v8Teir ganga fram frá kraft til kraft fyri Guð at skoða á Zion.v9Harri, herskaranna Guð, hoyr mína bøn! Lýð á meg, Jákups Guð! Sela.v10Guð, vár skjøldur, lít tú at og skoða andlit hins salvaða tíns!v11Tí betri er dagur ein í forgørðum tínum enn túsund har úti; betri at sita á gáttini í Guðs míns húsi enn í gudloysis tjøldum at búgva!v12Tí at Harrin Guð er sól og skjøldur, Harrin gevur náði og æru; einki gott hann teimum noktar, sum í sakloysi ganga.v13Herskaranna Harri, sælur er tann, ið lít sína setir til tín! |