|
Sálmarnir 85 v1Til songmeistarans, av Kora sonum, ein sálmur.v2Tú hevði, Harri, til land títt yndi, forløgum Jákups vendi tú við;v3misgerðir fólks tíns tókst tú burtur, syndir tess allar fjaldi tú! Sela.v4Tú vreiði tína alla lætst fara, tína brennandi ilsku stillaði tú!v5Vend til okkara aftur, várar frelsunnar Guð, lat vreiði tíni móti okkum renna!v6Vilt tú allar ævir vera illur við okkum, lata vreiði tína røkka frá ætt og til ætt?v7Vilt tú ikki aftur til lívs okkum kalla, so at fólk títt kann í tær eiga gleði?v8Lat okkum, Harri, tína miskunn skoða, frelsu tína okkum tú veiti!v9Eg vil hoyra, hvat Guð Harrin talar! Frið hann talar fólki sínum, teimum heilagu sínum, og teimum, ið hjartanum venda til hans.v10Ja, nær er hans frelsa hjá teimum, hann frykta, brátt man dýrd taka búgv í landi várum!v11Mildi og trúfesti finnast á fundi, rættferð og friður heilsast við kossi.v12Sannleikur sprettur av jørðini upp, rættvísi skoðar av himni her oman.v13Ja, Harrin, hann gevur lukku, og land várt gevur grøði sína!v14Rættvísi gongur undan honum, og friður fylgir í sporum hans! |