Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Sálmarnir 86
Ein bøn; av Dávidi.
v1Harri, vend oyra títt til og mær svara, tí armur og eymur eg eri.v2Varða tú lív mítt, tí eg eri trúgvur, bjarga tænara tínum, ið á teg lítur!v3Náða meg, Harri, tú ert mín Guð, tí allan dagin eg á teg kalli!v4Gleði tú sál veiti tænara tíns, tí, Harri, til tín eg sál mína hevji!v5Tí tú, Harri, ert góður og várkunnsamur, ríkur av náði móti øllum, ið á teg kalla!v6Gev, Harri, bøn míni ljóð, lýð á mína bønligu reyst!v7Á neyðardegi eg rópi til tín, tí tú vilt svar mær veita.v8Tú, Harri, fært ikki líka millum guda, gerningar tínir fáa ikki líka!v9Fólkasløg øll, sum tú hevur skapað, skulu koma og níga fyri ásjón tíni, og skulu navn títt æra, Harri;v10tí stórur tú ert, og tú undurverk gert, tú eina ert Guð!v11Ger mær, Harri, veg tín kunnan, lat meg ganga í sannleika tínum, sameina mítt hjarta at óttast títt navn!v12Harri, Guð mín, av øllum mínum hjarta eg lova tær vil og títt navn altíð æra,v13tí mikil er móti mær miskunn tín, úr heljardýpi hevur tú sál míni bjargað!v14Níðingar, Guð, eru móti mær reistir, ein flokkur av illmennum søkir mítt lív, teg hava teir ikki fyri eygum!v15Men tú, Harri, er ein mildur og miskunnsamur Guð, tolinmóður og av góðsku og trúskapi ríkur!v16Vend tær til mín og gev mær náði, gev mátt tín tænara tínum, bjarga syni trælkonu tínar!v17Ger eitt tekin mær fyri góðum, at hatarar mínir mega síggja við skommum, at tú, Harri, hevur mær hjálpt og meg uggað!