Sálmarnir 87
Av Kora sonum, ein sálmur, ein songur.
v1Tann stað, ið hann hevur grundað á teimum heilagu fjøllum,v2Zions portur elskar Harrin fram um allar bústaðir Jákups.v3Mæt eru talað um teg orð, tú Guðs staður! Sela.v4«Ráhab og Bábel eg nevni fyri teirra skuld, ið tilbiðja meg; her er Filistaland, Týrus og Kusj, hjá einum er føðistaður her, hjá øðrum har.v5Men Zion verður móðir kallað, har eiga teir føðistað allir sum ein.» Hin hægsti heldur tí uppi.v6Harrin telur eftir í fólkanna bókum: «Hesin er føddur her og hasin har.» Sela.v7Og dansandi syngja teir: «Allar mínar keldur eru í tær.»