Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Sálmarnir 9
v1Til songmeistarans; til mut-labben; ein sálmur av Dávidi.v2Eg vil Harranum lova av øllum hjarta mínum, um øll undurverk tíni vil eg boða;v3eg vil fegnast í tær og frøast, eg vil lovsyngja navn títt, tú hægsti,v4tí mínir fíggindar undan stukku, snávaðu og fullu fyri andliti tínum;v5tí tú hevur rætt mín framt og mína sak, hevur sett teg í hásæti sum ein rættvísur dómari.v6Heidningarnar hevur tú agað, teir gudleysu oytt og strokið út teirra navn ævinliga og altíð;v7fíggindin hvarv, oyddur med alla, staðir tú legði í oyði, teirra minni er útdeytt.v8Men Harrin hevur sæti um allar ævir, setir teknarstól sín til dóms;v9og hann dømir jarðarríkið við rættvísi, við rættlæti fellir hann yvir fólkum dóm.v10Harrin er teimum neyðstøddu skjól, skjól í neyðartíðum;v11teir líta á teg, ið kenna títt navn, tí ikki tú sveikst teir, ið á teg heita, Harri!v12Syngið Harranum lov, ið á Zion býr! Gerið kunn millum manna hans stórverk!v13Tí sum blóðhevnari hevur hann tey í huga hjá sær, ikki gloymir hann arminga róp.v14Náða meg, Harri, hygg neyð mín av fíggindum mínum, tú, ið lyftir meg upp úr deyðans durum,v15at eg kann boða allan tín prís, og í Zions portrum gleðast av frelsu tíni!v16Soknir eru heidnir menn í ta grøv, teir gróvu; í tí garni, teir loyndu, teirra fótur varð dreivaður.v17Harrin gav seg í ljós, dóm hevur hann hildið, í verki av egnum hondum varð hin gudleysi fangaður. Higgajon, Sela.v18Gudleysir skulu venda aftur í helheim, allir heidningar, ið gloyma Guð;v19tí ikki allan aldur verður armur gloymdur, vón teirra neyðstøddu týnd allar ævir.v20Reis teg, Harri, lat ei mann fáa valdið, lat heidningar fáa dóm fyri andliti tínum!v21Loyp á teir ræðslu, Harri, lat heidningar kenna, at teir eru menn! Sela.