|
Sálmarnir 90 Ein bøn av Guðsmanninum Mósesi. v1Harri, tú okkum skjól hevur verið ætt eftir ætt.v2Áðrenn fjøllini vórðu til, áðrenn jørð og heimur vórðu fødd, um aldur og allar ævir ert tú, o Guð!v3Tú menniskjurnar aftur til moldar letur venda, tú býður: «Komið aftur tit menniskjunnar børn!»v4Tí fyri tær eru túsund ár sum dagurin í gjár, tá hann liðin er, og sum náttarvøka ein.v5Tú rykkir tey burtur, sum ein svøvnur tey verða, á morgni tey eru sum grasið, ið grør;v6á morgni tað blómar og grør, á kvøldi tað følnar og doyr.v7Tí vit ganga til av vreiði tíni, vit óttast av ilsku tíni.v8Tú sett hevur misgerðir várar tær fyri eygu, várar duldu syndir fyri andlits tíns ljós.v9Allir várir dagar fara í vreiði tíni, sum kongurvág hvørva okkara ár.v10Sjúti ár er æviskeið várt, og um mikil er megin áttati ár, og teirra dýrd er bert sút og møði, tí tíðin rennur, og vit fljúgva avstað.v11Hvør kennir máttin í vreiði tíni og ilsku tína svá, sum óttin fyri tær tað krevur?v12At telja várar dagar tú okkum læri, at vit mega vísdóm í hjartanum fáa!v13Vend aftur, Harri! Hvussu leingi tó! Hav várkunn við tænarum tínum!v14Metta okkum við miskunn tíni um morguntíð, lat okkum gleðast og fegnast allar várar dagar!v15Gev okkum gleði fyri teir dagar, tú okkum nívdi, fyri tey ár, tá ið vit høvdu tað ringt!v16Kunnger títt verk fyri tænarum tínum, og tína dýrd fyri sonum tínum.v17Harrans Guðs várs yndi yvir okkum veri! Tað, várar hendur havast at, fyri okkum tú fremji! Ja, frem tú handaverk vár! |