Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Sálmarnir 91
v1Sælur er tann, sum situr í lívd hins hægsta, sum skjól sær søkir í skugga almáttugans,v2sum sigur til Harrans: «Høli mítt, borg mín, Guð mín, sum á eg líti!»v3Tí hann tær vil bjarga frá jagarans snerru, frá drepandi sótt.v4Hann sínar veingir út yvir teg breiðir, undir hans fjaðrum lívd tú finnur.v5Ei skalt tú ræðast ræðslur á nátt, ella ørv, ið flýgur á degi;v6ei sótt, ið seg sníkir í myrkri, ella sjúku, ið herjar um middagsleitið.v7Um so túsund falla tær við lið, og tíggju ferðir túsund við høgru hond tína, teg tað tó einki skal saka, hans trúfesti vernd er og verja.v8Bert við tínum eygum skalt tú tað síggja, revsing teirra gudleysu fært tú at skoða.v9Tí Harrin høli títt er, hjá hinum hægsta søkti tú skjól.v10Einki ilt tær henda skal, eingin ólukka nærkast tínum tjaldi.v11Tí einglum sínum boð hann gevur teg at varða á øllum tínum leiðum.v12Á hondum skulu teir teg bera, at tú ei fót tín skal meiða á nøkrum steini.v13Tú treður á slangur og ormar, leyvur og drekar traðkar tú niður.v14«Tí at hann meg elskar, eg honum hjálpi, eg honum bjargi, tí hann kennir navn mítt;v15kallar hann á meg, eg honum svari, í neyðum eg hjá honum eri. Eg hann frelsi og veiti honum æru.v16Við æviskeiði longum eg hann vil metta og lata hann skoða frelsu mína!»