Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Sálmarnir 92
v1Ein sálmur, ein songur, á hvíludeginum.v2Gott tað er Harranum at prísa, og tínum navni at lova, tú hægsti,v3árla at boða av góðsku tíni, og á náttartíð av trúfesti tíni,v4við tíggjustrengdari hørpu og við saltri, við føgrum sittarasláttri.v5Tí tú, Harri, meg gleddi við gerningi tínum, um handaverk tíni eg frøa meg má.v6Hvør miklir eru, Harri, gerningar tínir, ovurdjúpur er hugur tín!v7Bert ein býttlingur fatar tað ikki, einum dára skilst hetta ikki.v8Tá ið illmenni gróðu sum grasið, og allir níðingar stóðu í blóma, var tað bert fyri at farast med alla.v9Men um ævir, Harri, í hátign tú situr!v10Tí sí, tínir fíggindar fara til grundar, allir níðingar verða sundraðir burtur!v11Tú letur hornið meg bera sum villoksin hátt, tú meg leskað hevur við frískari olju.v12Fegið skal eyga mítt líta at fíggindum mínum, við lyst skal oyra mítt hoyra um hatarar mínar.v13Hin rættvísi veksur sum pálmin, sum Libanons sedristræ grør hann.v14Teir plantaðir eru í Harrans húsi, í Guðs várs forgørðum blóma teir.v15Sjálvt í ellini teir ávøkst bera, eru gróðrarmiklir og grønkast,v16til tess at lýsa, at Harrin rættvísur er, og hjá kletti mínum eingin órættur er.