|
|
Sálmarnir 93 v1Harrin tók kongavald, klæddur í hátign, Harrin seg klæddi í megi og við henni seg gyrdi. Hann jarðarríkið festi, so at ikki tað vikast.v2Frá upphavi er settur kongsstólur tín, um ævir og aldur ert tú.v3Streymarnir ljóðaðu, Harri, streymarnir lótu rødd sína ljóða, streymarnir lótu dun sítt ljóða.v4Men meira enn ljóðið av veldigum vøtnum, meira enn havaldubrotið hann vegligur er; vegligur er Harrin á himni háum.v5Sára sannir eru vitnisburðir tínir, húsi tínum heilagskapur sømir, so leingi, Harri, sum dagar eru til! |