Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Sálmarnir 94
v1Harri, hevndarinnar Guð, hevndarinnar Guð, sýn teg í dýrd!v2Reis teg, jarðarríkis dómari, og løn teim hugmóðigu gerðir teirra!v3Hvør leingi, Harri, skulu gudleysir menn, hvør leingi skulu gudleysir gleðast?v4Teir reypa og eru í orðum frekir, hvør níðingur spelkin sær brettir.v5Fólk títt, Harri, teir kúga, við ogn tíni fara teir illa.v6Teir einkjur og fremmandar drepa og faðirleys sláa í hel.v7Teir siga: «Ei man Harrin tað síggja, Jákups Guð fær tað ikki at vita.»v8Fatið tað tó, tykkara býttlingar millum fólkið! Tykkara dárar, nær fáa tit skil?v9Hann, ið setti oyrað, man hann ikki hoyra, hann, ið gjørdi eygað, man hann ikki síggja?v10Hann, ið elur upp tjóðirnar, man hann ikki revsa, hann, ið menniskjuni vitið gevur?v11Harrin kennir menniskjunnar hugsan, at hon bert ein fáfongd er.v12Sælur, Harri, er maður, ið sjálvur tú agar, og sum tú kennir í tíni lógv13fyri at veita honum ró móti teim óndu døgum, til grøv er teimum gudleysu grivin.v14Tí ikki skúgvar Harrin fólk sítt burtur, og ogn síni ikki hann sleppir,v15fyrr enn rætturin aftur til rættvísi vendir, og allir rættsintir honum geva viðhald.v16Hvør veitir mær hjálp móti illgerðarmonnum, hvør vil meg móti níðingum styðja?v17Ja, um Harrin ikki hjálp mín var, tá brátt mín sál var í tagnarheimi.v18Tá ið eg helt: «Nú gleppur mín fótur útav,» tá styðjaði, Harri, góðska tín meg!v19Í hjartans tunga móði mínum uggaðu sál mína troystarorð tíni!v20Ert tú í felag við spillunnar dómstóli, sum skapar órætt, sum var hann rættur?v21Tó at teir á hin rættvísa ráðast og oysa út sakleyst blóð,v22so er tó Harrin mín fasta borg og Guð mín mær klettur og høli.v23Hann vil teimum løna misgerðir teirra og vil teir oyða fyri illskap teirra, Harrin vár Guð vil teir oyða!