|
Sálmarnir 95 v1Komið, latum okkum fyri Harranum fegnast, rópum fagnaðarróp fyri várar frelsu kletti!v2Stígum fram fyri hans ásjón við lovi, kvøðum gleðiljóð honum til æru!v3Tí ein veldigur Guð er Harrin, drottin mikil yvir øllum gudum;v4jarðarríkis dýpi eru í hendi hans, hann eigur fjallanna tindar.v5Hans er havið, sum hann hevur skapað, tað fasta landið hans hendur gjørdu.v6Komið, fallum niður og boyggjum vár knæ, nígum fyri Harranum, skapara várum!v7Tí at hann er vár Guð, og vit eru tað fólk, sum hann gætir, tað fylgi, sum hond hans røktar! Gævi, at tit í dag vildu hoyra mína reyst:v8«Herðið ikki hjørtu tykkara sum við Meriba, sum hin dagin við Massa í oyðimørkini,v9tá ið fedrar tykkara freistaðu meg og royndu meg, tó at teir sóu mítt verk.v10Í fjøruti ár var eg leiður við hesa ætt, og eg segði: Tey eru eitt fólk við villum hjørtum, og vegir mínar ikki tey vita!v11Og tí svór eg í vreiði míni: Aldri skulu tey koma inn til hvílu mína.» |