|
Sálmarnir 96 v1Syngið fyri Harranum nýggjan song, syng fyri Harranum verøldin øll!v2Syngið fyri Harranum, signið hans navn, kunngerið frelsu hans dag eftir dag!v3Greinið heidninganna millum æru hans, fólkanna millum undurverk hans!v4Tí mikil er Harrin og lovaður sára, øgiligur er hann yvir allar gudar;v5tí allir fólkanna gudar skurðgudar eru, men Harrin hevur himin skapað.v6Hátign og dýrd fyri ásjón hans eru, lov og prís í halgidómi hans.v7Veitið Harranum, fólkanna ættir, veitið Harranum heiður og lov!v8Veitið Harranum navns hans sóma, berið gávur og komið í forgarðar hans!v9Nígið fyri Harranum í heilagum skrúði, titra fyri ásjón hans verøldin øll!v10Havið á máli heidninganna millum: «Harrin tók kongavald og foldina festi, so at ikki hon vikast, við rættvísi hann fólkini dømir!»v11Himin fegnist! Gleðist heimur! Havið bróti alt, sum tað er!v12Hagin frøist og alt, tað hann ber! Øll trø í skóginum rópi fagnaðarrópv13fyri ásjón Harrans, tí at hann kemur, hann kemur jarðarríkið at døma. Hann jørðina í rættvísi dømir og fólkini í trúfesti síni. |