Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Sálmarnir 97
v1Harrin tók kongavald. Heimurin gleðist! Fegnist fjarlagdar strendur allar!v2Í skýggjum og myrkri hann huldur er, rættur og rættvísi eru hans hásætisstuðlar.v3Eldur gongur undan honum og logar rundan um fótaspor hans.v4Ljós hans skyggja um heimin, jørðin sær tað og bivast.v5Fjøllini bráðna sum vaks fyri Harranum yvir øllum heimi.v6Himin boðar rættferð hans, tjóðir allar dýrd hans skoða.v7Allir bílætadýrkarar verða til skammar, teir, ið sær av skurðgudum rósa; gudar allir fyri honum níga.v8Zion tað hoyrir og gleðist, Júda døtur seg frøa um dómar tínar, Harri.v9Tí tú, Harri, ert um allan heimin hin hægsti, hevjaður hátt upp um allar gudar.v10Harrin teir elskar, ið hata tað illa, hann varðveitir sálir heilagu sína, úr gudleysa hondum hann teimum bjargar.v11Fyri rættvísum íbirtist ljós, fyri rættsintum gleði.v12Gleðist um Harran, rættvísir menn, syngið heilaga navni hans lov!