|
Sálmarnir 98 Ein sálmur. v1Syngið fyri Harranum nýggjan song, tí at hann hevur undurverk gjørt; hans høgra hond hevur vunnið honum sigur og heilagi armur hans.v2Harrin hevur kunngjørt frelsu sína, fyri heidna manna eygum lýst rættvísi sína.v3Hann hevði í minni góðsku sína, trúfesti sína móti Ísraels ætt. Hin víða verøld hevur skoðað ta frelsu, sum Guð vár givið hevur.v4Glym fyri Harranum jarðarríkið alt, rópa fagnaðarróp og syng!v5Leikið fyri Harranum við hørpum, við hørpum og ljóði av songi!v6Latið dynja lúðrar og horn, latið dynja fyri ásjón kongsins!v7Havið bróti alt, sum tað er, jørðin fegnist og íbúgvar hennar!v8Áirnar klappi lov í lógvar, fegnist fjøllini øllv9fyri ásjón Harrans, tí at hann kemur, hann kemur jarðarríkið at døma! Hann jørðina í rættvísi dømir og fólkasløgini við rætti sínum. |