|
Onnur Mósebók, kapittul 1 Ísraelsmenn verða illa viðfarnir í Egyptalandi v1Hesi eru nøvnini á sonum Ísraels, ið komu til Egyptalands; saman við Jákupi komu teir hvør við sínum húski;v2Ruben, Símeon, Levi og Júda;v3Issakar, Zebulon og Benjamin;v4Dán, Naftali, Gád og Ásjer.v5Øll, ið komin vóru av Jákupi, vóru íalt sjeyti sálir; av teimum var Jósef frammanundan í Egyptalandi.v6Síðan doyðu Jósef og allir brøður hansara og alt tað ættarliðið.v7Men Ísraelsmenn aldu børn og nørdust og fjølgaðust og vórðu so ovurnógvir, at landið varð fult av teimum. v8Og tá ið seinni annar kongur tók við ræði yvir Egyptalandi, sum einki visti um Jósef,v9segði hann við fólk sítt: «Tit síggja, tjóð Ísraelsmanna er fjølmentari og mætari enn vit;v10latum okkum tí leggja ráð ímóti teimum, so at teir ikki fjølgast meira, tí at koma vit í bardaga, kann tað vera, at teir binda felag við fíggindar okkara og ráðast á okkum og rýma síðan úr landinum.»v11Tá settu teir verkstjórar yvir teimum til at níva teir við trælavinnu; og teir máttu byggja vistaborgir fyri Fárao: Pitom og Ramses.v12Men í sama mun, sum teir nívdu teir, í sama mun fjølgaðust teir og nørdust teir, so at loksins ræðsla fyri Ísraelsmonnum kom á teir.v13Egyptar lótu nú Ísraelsmenn træla hart fyri seg.v14Teir píndu lívið av teimum við harðari trælavinnu, við leirgrevstri og tigulturking og við alskyns jarðarstarvi, við øllum teimum trælastørvum, sum teir trælkaðu teir við. v15Tá segði kongur Egypta við hinar hebráisku ljósmøðurnar – onnur teirra æt Sjifra og hin Pua:v16«Tá ið tit hjálpa hebráiskum konum í barnferð, skulu tit hyggja gjølla at burðinum, tí at er tað sveinbarn, skulu tit drepa tað, men er tað gentubarn, skal tað verða á lívi!»v17Men ljósmøðurnar óttaðust Guð og gjørdu ikki tað, sum kongur Egyptalands hevði boðið teimum, heldur lívgaðu tær sveinbørnini.v18Tá stevndi kongur Egypta ljósmøðrunum til sín og segði við tær: «Hví hava tit gjørt hetta at lívga sveinbørnini?»v19Ljósmøðurnar svaraðu Fárao: «Hebráiskar konur eru ólíkar egyptiskum, tí at tær eru eins og djórini: Áður enn ljósmóðirin er komin til teirra, hava tær føtt.»v20Aftur fyri hetta læt Guð ljósmøðurnar fara væl; og fólkið vaks og mentist í stórum.v21Og Guð gav ljósmøðrunum avkom aftur fyri, at tær óttaðust hann.v22Tá beyð Fárao øllum fólki sínum og segði: «Øll sveinbørn, ið fødd verða hjá Hebreunum, skulu tit blaka í Nílánna, men øll gentubørn skulu tit lata vera á lívi!» |