|
Onnur Mósebók, kapittul 11 Síðsta plágan verður boðað v1Tá segði Harrin við Móses: «Enn eina plágu vil eg lata koma yvir Fárao og Egyptaland; og aftan á hana man hann loyva tykkum at fara hiðan; tá letur hann tykkum fara við øllum, ið tit eiga; ja, hann skal sjálvur koyra undir at fáa tykkum hiðan.v2Sig nú við fólkið, at hvør maður skal biðja granna sín og hvør kona biðja grannkonu sína um silvurgripir og gullgripir!»v3Harrin læt nú fólkið toknast Egyptum væl; eisini var maðurin Móses mikil í metum í Egyptalandi bæði hjá tænarum Fáraos og hjá fólkinum.v4Tá mælti Móses: «So sigur Harrin: Um miðju nátt vil eg ganga mitt ígjøgnum Egyptaland.v5Tá skulu allir frumburðir í Egyptalandi týna lívið, alt frá frumgitna syni Fáraos, ið situr í hásæti sínum, og til frumgitna sonar trælkonunnar, ið stendur við kvørnina; og somuleiðis allir frumburðir fenaðarins.v6Tá skal hevjast harmaróp um alt Egyptaland so andskræmiligt, at tílíkt ikki hevur hoyrst áður og verður ongantíð aftur.v7Men at nøkrum Ísraelsmanni skal ikki so mikið sum rakki goyggja, hvørki at monnum ella djórum, til tess at tú skalt vita, at Harrin ger greinarmun ímillum Egypta og Ísraelsmanna!v8Tá skulu allir hesir tænarar tínir koma til mín og lúta mær og siga: Far avstað hiðan, tú og alt tað fólk, ið við tær er! Og tá ætli eg at fara!» Síðan fór hann í øðini út frá Fárao.v9Men Harrin segði við Móses: «Ikki man Fárao fara at lurta eftir tykkum, so at jartekin míni verða mong í Egyptalandi.»v10Og tó at Móses og Áron gjørdu øll hesi jartekin beint fyri eygunum á Fárao, herdi Harrin hjarta hansara soleiðis, at hann ikki læt Ísraelsmenn sleppa út úr landi sínum. |