|
Onnur Mósebók, kapittul 25 Reglur um sjálvbodnar gávur til halgidómsins v1Og Harrin talaði við Móses og segði:v2«Sig við Ísraelsmenn, at teir skulu veita mær avskurð; av hvørjum manni, sum av fúsum huga vil geva, skulu tit taka við avskurði til mín.v3Og hetta er tað, ið tit skulu taka í avskurð av teimum: Gull, silvur og kopar,v4blátt purpur og reytt purpur, skarlak, egyptiskt lín og geitahár,v5reyðlitt veðraskinn, sækúgvaskinn, ákásiutrø,v6olju á ljósastakan, kryddurtir til salvingarolju og angandi roykilsi,v7sjóhamsteinar og gimsteinar at seta akulin og bringuskjøldurin við.v8Og tú skalt tilbúgva mær halgidóm, so at eg má búgva tykkara millum;v9í øllum lutum skalt tú gera bæði tjaldtemplið og øll reiði tess eftir teirri fyrimynd, sum eg vil sýna tær. Reglur um ørkina v10Tú skalt gera ørk av ákásiuviði, hálvatriðju alin langa, hálvaaðru alin breiða og hálvaaðru alin høga.v11Tú skalt leggja hana við reinum gulli; bæði innan og uttan skalt tú leggja hana við gulli; og kring um hana skalt tú seta brúnaborð av gulli.v12Og tú skalt stoypa henni fýra ringar av gulli og festa teir á fýra føtur hennara, so at teir verða tveir hvørjumegin;v13síðan skalt tú gera stengur av ákásiuviði og leggja tær við gulliv14og seta stengurnar í ringarnar báðumegin ørkina, til tess at bera hana við teimum;v15stengurnar skulu vera í ringum arkarinnar og mega aldrin verða tiknar úr teimum.v16Í ørkina skalt tú leggja vitnisburðin, sum eg vil geva tær.v17Og tú skalt gera sáttarlok av skírum gulli, hálvatriðju alin langt og hálvaaðru alin breitt.v18Og tú skalt gera tveir kerúbar av gulli, av einlistum skalt tú gera teir, ein á hvørjum enda sáttarloksins;v19annan kerúbin skalt tú seta á annan endan og hin kerúbin á hin endan; tú skalt gera báðar kerúbarnar áfastar við sáttarlokið hvønn á sín endan.v20Kerúbarnir skulu breiða veingirnar út uppeftir, so at teir við veingjum sínum hylja út yvir sáttarlokið; og andlit kerúbanna skulu horva hvørt ímóti øðrum inn yvir sáttarlokið.v21Og tú skalt leggja sáttarlokið oman yvir ørkina; og niður í ørkina skalt tú leggja vitnisburðin, sum eg vil geva tær.v22Har skal eg koma á fund við teg; og út frá sáttarlokinum millum báðar kerúbarnar, sum eru á vitnisburðarørkini, skal eg kunngera tær øll tey boð, ið tú skalt flyta Ísraelsmonnum. Reglur um sýnisbreyðini v23Framvegis skalt tú gera borð av ákásiuviði, tvær alnir langt, eina alin breitt og hálvaaðru alin høgt.v24Tú skalt leggja tað við skírum gulli, og kring tað skalt tú gera brúnaborð av gulli.v25Og tú skalt gera kring tað tvørrimar eina løgd breiðar og kring tvørrimarnar brún av gulli.v26Síðan skalt tú gera fýra ringar av gulli, sum tú skalt festa í tey fýra hornini, ið eru við hini fýra bein tess.v27Uppi við tvørrimarnar skulu ringarnir verða festir til at koyra stengurnar ígjøgnum til tess at bera borðið.v28Stengurnar skalt tú gera av ákásiuviði og leggja tær við gulli, og við teimum skal borðið verða borið.v29Síðan skalt tú gera tey ílát, ið borðinum hoyra til, og offurbollar, ker og skálir, ið nýtt verða til at úthella droypioffur, av skírum gulli skalt tú gera hetta.v30Á borðinum skalt tú altíð hava sýnisbreyð liggjandi frammi fyri mær. Reglur um ljósastakan v31Og tú skalt gera ljósastaka av skírum gulli; av einlistum skalt tú gera ljósastakan; føtur hans og leggir, blómbikar, knappar og leyvkrúnur skal alt verða gjørt úr einum.v32Út frá ljósastakanum skulu teir seks leggir hans ganga, tríggir út frá aðrari lið hans og tríggir út frá hinari.v33Á hvørjum leggi, sum gongur út frá ljósastakanum, skulu vera tríggjar blómur í mandlublómulíki, við knøppum og leyvkrúnum;v34men á sjálvum stakanum skulu vera fýra blómur í mandlublómulíki við knøppum og leyvkrúnum,v35soleiðis at ein knappur verður undir hvørjum pari av leggjum, ið ganga út frá ljósastakanum.v36Knappar og leggir skulu vera gjørdir í einum við ljósastakan; alt av einlistum og av skírum gulli.v37Og tú skalt gera lampur hansara sjey og seta tær upp, soleiðis at tær lýsa upp rúmið fyri framman honum.v38Ljósasaksar og skarpannur, ið ljósastakanum hoyra til, skulu vera av skírum gulli.v39Av einari talent í skírum gulli skalt tú gera ljósastakan og allar hesar lutir.v40Men síggj so til, at tú gert hann eftir teirri fyrimynd, ið tær varð sýnd á fjallinum! |