|
Onnur Mósebók, kapittul 26 Um tjaldtemplið v1Tjaldtemplið skalt tú gera úr tíggju tjalddúkum, ið vovnir eru av egyptiskum tvinnaðum líni, bláum purpuri, reyðum purpuri og skarlaki, listvevnaður við myndum av kerúbum í.v2Hvør tjalddúkurin skal vera tjúgu og átta alnir langur og fýra alnir breiður; javnstórir skulu tjalddúkarnir vera.v3Fimm tjalddúkar skulu tengjast saman hvør við annan og somuleiðis hinir fimm.v4Og tú skalt seta lykkjur av bláum purpuri eftir rondini á ytsta tjalddúki í øðrum samantengda dúkinum og somuleiðis lykkjur eftir rondini á ytsta tjalddúki í hinum samantengda dúkinum.v5Fimmti lykkjur skalt tú seta eftir rondini á hvørjum av teimum samantengdu tjalddúkunum, soleiðis at lykkjurnar sita hvør áraka aðra.v6Síðan skalt tú gera fimmti gullkrókar og við teimum tengja tjalddúkarnar saman, so at tjaldtemplið verður ein heild. v7Tú skalt eisini gera tjalddúkar av geitaull til at tjalda yvir tjaldtemplið við; ellivu tílíkar tjalddúkar skalt tú gera;v8hvør teirra skal vera tríati alnir langur og fýra alnir breiður; allir dúkarnir javnstórir.v9Fimm tjalddúkar skalt tú tengja saman fyri seg og seks tjalddúkar fyri seg, men hin sætta tjalddúkin, ið skal liggja frammantil á tjaldinum, skalt tú leggja tvífaldan.v10Og tú skalt seta fimmti lykkjur eftir rondini á ytsta tjalddúki hins eina samantengda dúks og somuleiðis fimmti lykkjur eftir rondini á ytsta tjalddúki hins annars samantengda dúksv11og gera fimmti koparkrókar, sum tú skalt krøkja í lykkjurnar og soleiðis tengja tjaldið saman, at tað verður ein heild.v12Men av tí, sum av geitahárstjalddúkinum loypur av, skal helmingurin hanga niður aftantil á tjaldtemplinum.v13Og tann alinin av geitahárstjalddúkinum, sum eftir longdini báðumegin loypur av, skal hanga niður báðumegin tjaldtemplið til tess at líva tí.v14Framvegis skalt tú yvir tjaldið leggja tak av reyðlittum veðraskinnum; og aftur omaná tað tak av sækúgvaskinnum. v15Og tú skalt av ákásiuviði gera tiljuborð á tjaldtemplinum; tey skulu standa upp og niður;v16og hvørt borðið skal vera tíggju alnir langt og hálvaaðru alin breitt.v17Á hvørjum borði skulu vera tvær sameindar stellingar; og soleiðis skalt tú gera á øllum borðum tjaldtempulsins.v18Á tjaldtemplinum skalt tú gera tjúgu borð á suðursíðuni;v19undir tey tjúgu borðini skalt tú gera fjøruti undirstabbar av silvuri; tveir undirstabbar fyri báðar stellingarnar undir hvørjum borði;v20og somuleiðis skulu tjúgu borð gerast í norðursíðu tjaldtempulsins,v21og undir teimum fjøruti undirstabbar av silvuri, tveir undirstabbar undir hvørjum borði.v22Og aftantil á tjaldtemplinum fyri vestan skalt tú gera seks borð.v23Og úti við hornini aftantil á tjaldtemplinum skalt tú gera tvey borð,v24ið skulu vera tvíføld í neðra og alt upp at fyrsta ringi í erva; á henda hátt skulu bæði borðini vera á báðum hornunum.v25Og soleiðis verða fyri vestan átta borð við sínum sekstan undirstabbum av silvuri, tveimum undir hvørjum borði.v26Síðan skalt tú á borðini øðrumegin á tjaldtemplinum festa fimm tvørtrø av ákásiuviðiv27og somuleiðis á borðini hinumegin tjaldtemplið fimm tvørtrø av ákásiuviði; og á borðini aftantil á tjaldtemplinum fyri vestan fimm tvørtrø.v28Miðtvørtræið skal ganga tvørturum eftir miðjum borðum frá øðrum enda veggjarins at hinum.v29Og tú skalt leggja borðini við gulli og gera av gulli ringarnar, sum tvørtrøini skulu ganga ígjøgnum; eisini tvørtrøini skalt tú leggja við gulli.v30Síðan skalt tú reisa tjaldtemplið eftir tí hátti, sum tær varð sýndur á fjallinum. v31Og tú skalt gera fortjald av bláum purpuri og reyðum, av skarlaki og tvinnaðum egyptiskum líni; listavevnaður skal tað vera við myndum av kerúbum í.v32Tað skalt tú heingja upp á fýra stólpar av ákásiuviði, settar við gulli og við krókum av gulli á, og sum standa á fýra undirstabbum av silvuri.v33So skalt tú heingja fortjaldið undir krókarnar og flyta vitnisburðarørkina inn um fortjaldið og lata fortjaldið skilja millum hitt heilaga og hitt alraheilagasta.v34Sáttarlokið skalt tú leggja aftur yvir vitnisburðarørkina í hinum alraheilagasta.v35Borðið skalt tú seta fyri uttan fortjaldið og ljósastakan yvir av borðinum við syðra bróst tjaldtempulsins; borðið skalt tú seta við norðara bróst. v36Tú skalt eisini gera tjaldváð fyri dyr tjaldsins av bláum purpuri og reyðum purpuri, skarlaki og egyptiskum tvinnaðum líni við marglittum vevnaði á;v37og til tjaldváðina skalt tú gera fimm stólpar av ákásiuviði og leggja teir við gulli; snatarnir á teimum skulu eisini vera av gulli; og undir stólparnar skalt tú stoypa fimm undirstabbar av kopari. |