|
Onnur Mósebók, kapittul 27 Um brennioffuraltarið v1Framvegis skalt tú gera altar av ákásiuviði fimm alnir langt og fimm alnir breitt, fýrhyrnt skal altarið vera og tríggjar alnir høgt.v2Á hvørjum av teimum fýra hornum altarsins skalt tú gera eitt horn, sum skal vera áfast við altarið; og tú skalt leggja tað við kopari.v3Og tú skalt gera pottar til øsku altarsins og eldspakar og offurbollar, soðkrókar og pannur; øll amboð tess skalt tú gera úr kopari.v4Um altarið skalt tú gera rimaverk eins og rutt net av kopari og festa fýra ringar av kopari á rimaverkið á fýra hornum tessv5og lata rimaverkið vera niðanvert við miðgjørð altarsins, so at verkið tekur upp á hálvt altarið.v6Framvegis skalt tú gera stengur til altarsins, stengur av ákásiuviði og leggja tær við kopari.v7Stengurnar skulu verða stungnar ígjøgnum ringarnar soleiðis, at tær eru fram við altarinum báðumegin, tá ið tað verður borið.v8Tú skalt gera altarið av borðum, opið innan; eins og tað varð sýnt tær á fjallinum, skalt tú gera tað. Um forgarðin v9Og soleiðis skalt tú gera forgarð tjaldtempulsins: Sunnantil skulu tjøld vera fyri forgarðinum av tvinnaðum egyptiskum líni, hundrað alnir long hesumegin,v10og tjúgu stólpar við tjúgu undirstabbum av kopari; men krókarnir á stólpunum og tvørstengurnar av silvuri.v11Og somuleiðis norðarumegin hundrað alnir long tjøld og tjúgu stólpar við tjúgu undirstabbum av kopari, men krókarnir á stólpunum og tvørstengurnar av silvuri.v12Vestantil fyri forgarðinum allan vegin tvørturum skulu vera fimmti alna long tjøld og tíggju stólpar við tíggju undirstabbum.v13Og forgarðurin eystantil allan vegin tvørturum skal vera fimmti alnir;v14her skulu øðrumegin vera fimtan alna long tjøld og tríggir stólpar við trimum undirstabbum,v15og hinumegin fimtan alna long tjøld og tríggir stólpar við trimum undirstabbum.v16Og fyri inngongd forgarðsins skal vera tjúgu alna long tjaldváð, marglitt vovin av bláum purpuri og reyðum purpuri, skarlaki og tvinnaðum egyptiskum líni, og fýra stólpar við fýra undirstabbum.v17Allir stólpar forgarðsins íkring skulu hava tvørstengur av silvuri, krókar av silvuri og undirstabbar av kopari.v18Tjøldini kring um forgarðin skulu hvørjumegin eftir longdini vera hundrað alnir og hvørjumegin tvørturum vera fimti alnir og hæddin fimm alnir; úr tvinnaðum egyptiskum líni skulu tey vera og undirstabbarnir av kopari.v19Øll amboð, sum nýtt verða í tænastuni við tjaldtemplið, og somuleiðis hælir tess og hælir forgarðsins skulu vera av kopari. Um oljuna til lampur ljósastakans v20Og tú skalt bjóða Ísraelsmonnum at flýggja tær reina olju úr stoyttum oljuberjum á ljósastakan, so at lampurnar altíð mega verða settar upp á hann.v21Í samfundartjaldinum uttanvert við fortjaldið, ið hongur frammanvert við vitnisburðin, skulu Áron og synir hansara gera hana til, so at hon má brenna frá morgni til myrkurs frammi fyri Harranum. Hetta skal vera Ísraelsmonnum ævig fyriskipan ættarlið eftir ættarlið. |