|
Onnur Mósebók, kapittul 29 Reglur um prestavígslu v1Og tá ið tú halgar teir til at vera prestar fyri mær, skalt tú bera teg at á henda hátt: Tak ungan oksa og tveir lýtaleysar veðrarv2og ósúrgað breyð, ósúrgaðar køkur eltar í olju og tunnar ósúrgaðar flatkøkur smurdar við olju; av fínum hveitimjøli skalt tú gera tær til;v3legg tær síðan upp í tægu og framber tær í tæguni saman við oksanum og báðum veðrunum.v4Síðan skalt tú leiða Áron og synir hansara at durum samfundartjaldsins og tváa teimum við vatni.v5Tak tínæst klæðini og lat Áron í kyrtilin og akulmøttulin, akulin, bróstskjøldurin, gyrð hann við akullindiniv6og set vavhúgvuna á høvur hans og hitt heilaga ennislað á vavhúgvuna.v7Síðan skalt tú taka salvingaroljuna og hella út yvir høvur hans og salva hannv8og leiða synir hansara fram og lata teir í kyrtlarv9og gyrða teir við beltum og binda á teir høvuðbúnar; og teimum skal prestatignin tilhoyra samsvarandi ævigum løgmáli. Tínæst skalt tú fylla hendur Árons og hendur sona hans.v10Tú skalt leiða tarvin fram fyri samfundartjaldið; og Áron og synir hansara skulu leggja hendur sínar niður á høvur tarvsins;v11slátra so tarvin frammi fyri Harranum við dyr samfundartjaldsinsv12og tak nakað av blóði hans og rýð tað við fingri tínum á altarhornini, men alt hitt blóðið skalt tú hella upp á altarið í neðra;v13alla netjuna, sum er á indrunum og livrarbroddin og bæði nýruni við nýrumørum sínum skalt tú taka og brenna tað á altarinum.v14Men kjøt tarvsins, húð hans og gor skalt tú brenna í eldi fyri uttan herbúðirnar; tað skal vera syndaoffur. v15Síðan skalt tú taka annan veðrin; og tá ið Áron og synir hansara hava lagt hendur sínar á høvur hans,v16skalt tú slátra hann og taka av blóði hans og støkkja tað upp á altarið íkring.v17Lima tínæst veðrin sundur í lutir, tváa indur og leggir hans og legg tað hjá limalutum hans og høvdiv18og brenn so allan veðrin á altarinum; tað skal vera brennioffur til Harrans, vælangandi roykur, eldoffur Harranum til handar. v19Tak so hin veðrin; og tá ið Áron og synir hansara hava lagt hendur sínar á høvur hans,v20skalt tú slátra hann og taka av blóði hans og støkkja tað á høgru oyrnalippu Árons og á høgru oyrnalippu sona hans og á tummilin á høgru hond teirra og á stórutá á høgra fóti teirra og støkk alt hitt blóðið kring um altarið.v21Og tú skalt taka nakað av blóði tí, sum er á altarinum, og av salvingaroljuni og rýða tað á Áron og klæði hans, á hann og synir hans og klæði sona hans; og verður hann tá heilagur, hann og klæði hans, synir hans og klæði sona hans.v22Síðan skalt tú taka netjuna av veðrinum og feitthalan, tað feita, sum er á indrunum, livrarbroddin, bæði nýruni og nýrumørir teirra og høgra tjógv – tí at hetta er vígsluveðrur –v23og tak framvegis eina breyðflís, eina oljukøku og eina flatkøku úr tæguni, sum stendur við ósúrgaðum breyði frammi fyri Harranum,v24og legg hetta alt í hendur Árons og í hendur sona hans og lat teir reiggja tí sum reiggioffur frammi fyri Harranum;v25tak tað so aftur úr hondum teirra og brenn tað sum roykoffur á altarinum oman á brenniofrið, til vælangandi royk fyri Harran; tað skal vera eldoffur Harranum til handa.v26Tak síðan bringuna av vígsluveðri Árons og reiggja henni sum reiggioffur frammi fyri Harranum. Hon skal lutast tær.v27Og tú skalt halga reiggibringuna og offuravskurðartjógvið, tað sum reiggjað verður, og sum Áron og synir hansara skulu lata burtur av vígsluveðrinum;v28tað mega Áron og synir hansara við ævigum rættindum krevja av Ísraelsmonnum; tí at tað er offuravskurður, og sum offuravskurð skulu Ísraelsmenn frambera tað av takkarofrum sínum, sum offuravskurð teirra til Harrans. v29Hini heilagu klæði Árons skulu synir hansara hava eftir hann, og í teimum skulu teir vera, tá ið teir verða salvaðir og vígdir.v30Tann av sonum hans, ið verður prestur eftir hann, skal vera í teimum í sjey dagar, tá ið hann gongur inn í samfundartjaldið at skipa fyri tænastuni í halgidóminum.v31Og tú skalt taka vígsluveðrin og sjóða kjøt hans á heilagum staði;v32og Áron og synir hans skulu eta kjøtið av veðrinum og breyðið úr tæguni við dyr samfundartjaldsins.v33Og teir skulu eta hesar lutir, sum sáttargerð verður fingin við, tá ið teir verða vígdir og halgaðir; men eingin óvígdur má eta av tí, tí at tað er heilagt.v34Men verður nakað av vígslukjøtinum og breyðinum eftir næsta morgun, skalt tú brenna avlopið upp; tað má ikki verða etið, tí at tað er heilagt. v35Tú skalt í øllum gera við Áron og synir hans, eins og eg havi boðið tær. Í sjey dagar skalt tú fylla hendur hans.v36Hvønn dag skalt tú ofra oksa sum syndaoffur til sáttargerðar og við hesi sáttargerð reinsa altarið frá synd og halga tað við at salva tað.v37Í sjey dagar skalt tú sáttgera á altarinum og halga tað; soleiðis verður altarið háheilagt; hvør tann, ið nertur við tað, verður heilagur. Reglur um hitt dagliga brenniofrið v38Men hetta er tað, sum tú skalt frambera á altarinum: Hvønn dag støðugt tvey veturgomul lomb.v39Annað lambið skalt tú ofra um morgunin og hitt um sólsetur.v40Og saman við tí fyrra lambinum skalt tú frambera tíggjundapart úr eini efu av fínum mjøli elt við fjórðings hin av olju úr stoyttum oljuberjum; og sum droypioffur fjórðings hin av víni.v41Hitt lambið skalt tú ofra um sólsetur og frambera saman við tí grónoffur og droypioffur eins og um morgunin, sum vælangandi royk, sum eldoffur til Harrans.v42Ættarlið eftir ættarlið skulu tit støðugt frambera tað sum brennioffur við dyr samfundartjaldsins frammi fyri Harranum; har skal eg koma til fundar við tykkum til tess at tala við teg;v43og har skal eg birtast fyri Ísraelsmonnum, og samfundartjaldið verða halgað av dýrd míni.v44Eg skal halga samfundartjaldið og altarið; og Áron og synir hansara skal eg halga til at vera prestar fyri mær.v45Eg vil búgva hjá Ísraelsmonnum og vera Guð teirra.v46Og teir skulu viðurkenna, at eg eri Harrin, Guð teirra, sum leiddi teir út úr Egyptalandi, til tess at eg Harrin, Guð teirra, skuldi búgva teirra millum. |