|
Onnur Mósebók, kapittul 35 Hvíludagsboðið v1Og Móses stevndi nú saman øllum savnaði Ísraelsmanna og segði við teir: «Hetta er tað, sum Harrin býður tykkum at gera:v2Í seks dagar skal verk verða vunnið, men hin sjeyndi skal vera tykkum heilagur, fullkomin hvíludagur fyri Harranum; hvør, ið vinnur at nøkrum verki á tí degi, skal týna lívið!v3Á hvíludegnum mega tit ikki kynda eld í nøkrum heimbýli tykkara.» Halgigávurnar verða givnar v4Og Móses talaði við allan savnað Ísraelsmanna og mælti:v5«Hetta er tað, sum Harrin hevur boðið: Flýggið Harranum offuravskurð av tí, sum tit eiga. Hvør, ið geva vil av fúsum huga, skal bera fram offuravskurð Harrans: Gull, silvur og kopar,v6blátt purpur og reytt purpur, skarlak, egyptiskt lín og geitarhár,v7reyðlitt veðraskinn, sækúgvaskinn og ákásiuvið,v8olju á ljósastakan og vælangandi balsamurtir til salvingarolju og roykilsi,v9sjóhamsteinar og aðrar dýrar steinar til at seta á akulin og bróstskjøldurin.v10Og allir listakønir menn tykkara millum skulu koma og tilbúgva alt tað, sum Harrin hevur boðið.v11Tjaldtemplið við taktjalddúki og taki, krókum og borðum, tvørtrøum, stólpum og undirstabbum;v12ørkina við stongum og sáttarloki og hitt innara fortjaldið,v13borðið við stongum og øllum borðbúnaði og sýnisbreyðini,v14ljósastakan við øllum reiði og lampum sínum og olju í ljósastakan,v15roykilsisaltarið við stongum sínum, salvingaroljuna og roykilsið og fortjaldið fyri durum tjaldtempulsins,v16brennioffuraltarið og rimaverkið av kopari kring um tað, stengur tess og øll reiði, tváttarkerið við fóti sínum,v17tjøldini fyri forgarðinum, stólpar hans og undirstabbar og fortjaldið fyri liði forgarðsins,v18hælir tjaldtempulsins og forgarðsins og tog teirra,v19skreytklæðini til tænastuna í halgidóminum, halgiklæði Árons prests og prestaklæði sona hans til prestatænastuna.»v20Allur savnaður Ísraels fór nú út frá Mósesi;v21síðan komu teir aftur hvør og ein við tí, sum teir av góðum hjartalagi og fúsum huga vildu veita Harranum sum offuravskurð til at reisa samfundartjaldið av til alla tænastu tess og til øll halgiklæðini;v22bæði menn og kvinnur, øll, ið fús vóru at geva, komu og bóru fram sylgjur og oyrnaringar, fingurgull og hálsbond og alskyns gullgripir; og hvør maður, ið vildi ofra Harranum nakað, kom við gulli;v23sama gjørdu øll, ið áttu blátt purpur og reytt purpur, skarlak, egyptiskt lín, geitarhár, reyðlitt veðraskinn og sækúgvaskinn;v24og hvør maður, ið vildi geva silvur og kopar, kom við tí sum offuravskurð til Harrans; og hvør maður, ið átti ákásiuvið, kom við honum til tess at dugna smíðinum.v25Og allar listakønar konur settust at spinna og komu við spunum sínum: Bláum purpuri og reyðum purpuri, skarlaki, og egyptiskum líni.v26Og allar konur, ið fráskila listakønar og handafimar vóru, fóru fúsar í huga undir at spinna geitarullina.v27Men høvdingarnir komu við sjóhamsteinum og øðrum dýrum steinum til at seta á akulin og bróstskjøldurin,v28við vælangandi balsamurtum og olju til ljósastakans, til salvingarolju og roykilsis.v29Og allir Ísraelsmenn, bæði menn og kvinnur, ið fús vóru til at geva, komu av sær sjálvum við gávum Harranum til handar, til tess at fullføra tað verk, sum Harrin við Mósesi hevði boðið at gera. Hagleiksmenninir (smbr. 25,1-9; 31-11) v30Tá mælti Móses við Ísraelsmenn: «Sí, Harrin hevur kallað Bezalel Urison Hurssonar av Júdaættv31og fylt hann við guddómsanda, við fróðskapi, vitsku og skynsemi til alt verk,v32bæði til at upphugsa listaverk og til at smíða úr gulli, silvuri og kopari,v33til at skera út steinar til groypingar og gera skurðverk í træi – ja, til at vinna at alskyns listasmíði!v34Eisini hevur hann givið bæði honum og Óhóliabi Áhisamakssyni av Dáns ætt tær snildargávur at kenna øðrum.v35Hann hevur fylt teir við skynsemi á alskyns hagleiksskurði og smíði, á listvevnaði av bláum purpuri og reyðum purpuri, skarlaki og egyptiskum líni og á vanligum vevnaði – ja, til at fremja alskyns ídnað og til at upphugsa listaverk. |