Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Onnur Mósebók, kapittul 40
Halgidómurin reistur
v1Harrin talaði nú við Móses og segði:v2«Á fyrsta degi hins fyrsta mánaðar skalt tú reisa tjaldtemplið, samfundartjaldið,v3og seta vitnisburðarørkina í tað og heingja fortjaldið fyri hana.v4Og tú skalt flyta borðið inn hagar og tilreiða tað, sum á tí skal vera, og somuleiðis flyta inn ljósastakan og seta lampurnar upp á hann.v5Roykilsisaltarið av gulli skalt tú seta fyri framman vitnisburðarørkina og heingja tjaldváðina upp fyri dyr tjaldtempulsins;v6men brennioffuraltarið skalt tú seta fyri framman dyr tjaldtempulsins, samfundartjaldsins.v7Tváttarkerið skalt tú seta millum samfundartjaldsins og altarsins og lata vatn upp í tað.v8Og tú skalt reisa forgarðin íkring og heingja upp tjaldváð fyri inngongd forgarðsins.v9Síðan skalt tú taka salvingaroljuna og salva tjaldtemplið og alt, sum í tí er, og halga tað og øll reiði tess, so at tað verður heilagt.v10Og tú skalt salva brennioffuraltarið og øll amboð tess og halga tað, so at tað verður háheilagt altar;v11somuleiðis skalt tú salva tváttarkerið og fót tess og halga tað.v12Síðan skalt tú leiða Áron og synir hans at durum samfundartjaldsins og tváa teimum við vatni.v13Og tú skalt lata Áron í halgiklæðini og salva hann og halga hann til at vera prestur fyri mær.v14Eisini synir hansara skalt tú leiða fram og lata teir í kyrtlarnar.v15Og eins og tú salvaði faðir teirra, skalt tú salva teir til at vera prestar fyri mær; og henda salving teirra skal veita teimum ævigt prestadømi ættarlið eftir ættarlið.»
v16Móses gjørdi nú hetta; í øllum, so sum Harrin hevði boðið, gjørdi hann.v17Á fyrsta degi hins fyrsta mánaðar á øðrum ári varð tjaldtemplið reist.v18Og Móses reisti tjaldtemplið, setti undirstabbarnar, reisti tiljuborðini, stakk tvørstengurnar í og setti upp stólparnar,v19tandi tjalddúkin út yvir tjaldtemplið og legði taktjaldið oman yvir aftur teir, eins og Harrin hevði boðið Mósesi.v20Síðan tók hann vitnisburðin og legði hann í ørkina, setti stengurnar í ørkina og legði sáttarlokið oman yvir hana.v21Ørkina flutti hann inn í tjaldtemplið, hongdi hitt innara fortjaldið uppfyri og huldi soleiðis vitnisburðarørkina, eins og Harrin hevði boðið Mósesi.v22Og hann setti borðið inn í samfundartjaldið norðarumegin í tjaldtemplinum fyri uttan fortjaldiðv23og legði breyðini á rað á tað frammi fyri Harranum, eins og Harrin hevði boðið Mósesi.v24Og hann setti ljósastakan inn í samfundartjaldið fyri framman borðið sunnarumegin í tjaldtemplinumv25og setti upp lampurnar frammi fyri Harranum, eins og Harrin hevði boðið Mósesi.v26Síðan setti hann upp gullaltarið í samfundartjaldinum fyri framman fortjaldiðv27og brendi á tí vælangandi roykilsi, eins og Harrin hevði boðið Mósesi.v28Tínæst hongdi hann tjaldváðina upp fyri dyr tjaldtempulsinsv29og setti upp brennioffuraltarið uttan fyri dyr tjaldtempulsins, samfundartjaldsins, og ofraði á tí brennioffur og grónoffur, eins og Harrin hevði boðið Mósesi.v30Síðan setti hann upp tváttarkerið millum samfundartjaldsins og altarsins og læt vatn upp í tað til at tváa sær við;v31Móses og Áron og synir hansara tváaðu hendur og føtur sínar í tí;v32hvørja ferð, ið teir gingu inn í samfundartjaldið og nærkaðust altarinum, tváaðu teir sær, eins og Harrin hevði boðið Mósesi.v33Síðan reisti hann forgarðin kring um tjaldtemplið og altarið og hongdi upp tjaldváðina fyri inngongd forgarðsins. Og tá hevði Móses lokið øllum verkinum.
Harrin tekur upp bústað í halgidóminum
v34Tá huldi skýggið samfundartjaldið, og dýrd Harrans fylti tjaldtemplið;v35og Móses kundi ikki ganga inn í samfundartjaldið, tí skýggið huldi tað, og dýrd Harrans fylti tjaldtemplið.v36Men á allari ferð síni vóru Ísraelsmenn vanir at flyta úr stað hvørja ferð, tá ið skýggið hevjaðist upp frá tjaldtemplinum;v37men hevjaðist skýggið ikki upp, fóru teir ikki úr stað fyrr enn tann dag, tá ið tað aftur hevjaðist upp;v38tí at skýggj Harrans var yvir tjaldtemplinum um dagin, og um náttina glampaði eldur í skýgginum fyri eygum alra Ísraelsmanna á allari ferð teirra.