|
Orðtøk Sálomons, kapittul 1 Inngangur v1Orðtøk Sálomons, Dávidssonar, Ísraels kongs,v2til at læra vísdóm og aga, at fata skilagóð orð,v3til at nema aga og vit, rættlæti, rættvísi og rættferð,v4til at veita teimum óroyndu ráð, teimum ungu kunnskap og skil –v5hin vísi skal lýða á og økja sín lærdóm, hin vitri skal læra seg lívsreglur góðar –v6til at skilja orðtøk og líknilsi, vísmanna orð og gátur teirra. Ávaring móti at gera ilt v7Ótti fyri Guði er upphav at vísdómi, vitsku og aga vanvirða dárar.v8Lýð tú, sonur, mín, á áminning faðirs tíns og vraka ikki rættleiðing móður tínar;v9tí at tær eru yndisligur kransur á høvdi tínum, ein dýrabar keta um háls tín.v10Sonur mín, tá ið syndarar lokka teg, tá eftirlíka teimum ikki.v11Tá ið teir siga: «Kom tú við okkum! Lat okkum leggjast á loynum til manndráps, søkja at sakleysum manni uttan grund;v12vit skulu gloypa teir livandi eins og hel, við húð og hári eins og teir, ið eru farnir til moldar.v13Alskyns dýrar lutir skulu vit ognast, hús okkara fylla við ráni.v14Javnan lut skalt tú taka við okkum, ein posa skulu vit allir í felagi hava.»v15Sonur mín, tá gakk ikki teirra gøtur, halt fóti tínum burtur frá leiðum teirra.v16Tí at føtur teirra eru skjótir til tað illa, snarir til at úthella blóð.v17Tí at til einkis verður netið tant út, meðan allir veingjaðir fuglar tað síggja;v18teir søkja at sínum egna lívi, liggja á loynum eftir sær sjálvum.v19Soleiðis gongst øllum, ið eftir órættum vinningi tráa, hann drepur sín egna harra. Vísdómurin kallar á fólkið v20Vísdómurin kallar hátt á gøtunum, letur rødd sína ljóða á torgunum;v21hann rópar á fjølgongdum vegamótum, við borgarliðini flytur hann talu sína:v22«Hvussu leingi ætla tit, fávitskutir, at elska fávitsku, og tit, spottarar, at hava yndi av spotti, og tit, dárar, at hata kunnskap?v23Vendið við til leiðbeining mína, sí, tá lati eg anda mín streyma yvir tykkum, tá kunngeri eg tykkum orð míni.v24Men av tí at tit førdust undan, tá ið eg kallaði, og eingin gav tí gætur, tó at eg rætti hondina út,v25heldur vanvirdu øll míni ráð og skoyttu ikki leiðbeining míni;v26tí man eg læa í ólukku tykkara, spotta, tá ið ræðslan tykkum rámar;v27tá ið ræðslan tykkum rámar sum torusláttur, og ólukka tykkara kemur sum ein hvirla, tá ið neyð og angist á tykkum koma.v28Tá munnu teir kalla á meg, men eg svari teimum ikki, teir munnu leita eftir mær, men finna meg ikki.v29Tí at teir hataðu kunnskap og ansaðu ikki ótta fyri Guði,v30skoyttu ikki ráðum mínum og vanvirdu alla leiðbeining mína;v31tá skulu teir njóta ávøkstin av atferð síni og av sínum egnu svikræðum mettast.v32Tí at fráhald teirra fávitskutu drepur teir, og trygd dáranna er teimum til undirgangs.v33Men tann, ið lýðir á meg, man búgva í trygdum, man liva í friði uttan at óttast fyri illum.» |