|
Orðtøk Sálomons, kapittul 10 Fyrsta savn Orðtøk Sálomons. v1Vísur sonur gleðir faðir sín, men óvitskutur sonur ger móður síni harm.v2Órættar skattir gagna ikki, men rættvísi frelsir frá deyða.v3Harrin letur ikki rættvísan mann líða hungur, men girnd teirra gudleysu koyrir hann frá sær.v4Armur verður tann, sum við latari hond virkar, men íðin hond vinnur ríkidømi.v5Klókur sonur savnar á sumri, men ringur sonur svevur um heystið.v6Yvir høvur hins rættvísa kemur signing, men muður teirra gudleysu fjalir órætt.v7Minnið um hin rættvísa verður vælsignað, men navn teirra gudleysu fúnar.v8Tann, sum er vísur í hjarta, tekur við boðum, men tann, sum er tápulingur í orðum, fer til grundar.v9Tann, ið sakleysur gongur, gongur tryggur, men tann, ið krókvegir fer, verður kunnur.v10Tann, ið blunkar við eyganum, veldur stríð, men tann, ið er tápulingur í orðum, fer til grundar.v11Muður hins rættvísa er ein lívsins kelda, men muður teirra gudleysu fjalir órætt.v12Hatur veldur deilur, men kærleiki breiðir yvir øll misbrot.v13Á vørrum á vitrum manni er vísdómur at finna, men til bakið á hinum óvitskuta hóskar koyrilin væl.v14Vitrir menn goyma kunnskap sín, men muður tápulingsins er hóttandi vandi.v15Ríks mans ognir eru honum eitt virki, men armóðin er teimum fátæku til fals.v16Tað, ið rættvísur avrikar, verður til lívs, tað, ið gudleysur vinnur, fer í synd.v17Tann, ið varðveitir aga, er á lívsins leið, men tann, ið áminning havnar, fer skeivur.v18Tann, ið hatur dylur, hevur lygivarrar, og tann, ið baktal ber út, er óvitskutur.v19Har sum nógv eru orð, har vantar ikki synd, men hyggin er tann, ið varrar sínar varðar.v20Tunga hins rættvísa er útvalt silvur, men hjartað í teimum gudleysu er lítilsvert.v21Varrar hins rættvísa føða mangar, men tápulingarnir doyggja, tí teimum vantar vit.v22Harrans signing, tað er hon, ið ríkar, og egin møði leggur einki aftrat.v23Illgerð er vitloysings gaman, men vitskan er gaman hjá vitrum manni.v24Tað, ið gudleysur óttast, kemur yvir hann, men tað, ið rættvísir ynskja, verður teimum givið.v25Tá ið stormurin er hildin í, er gudleysur horvin, men rættvísur stendur á ævigari grund.v26Sum edikur fyri tenninar og roykur fyri eyguni, so er letingin fyri tann, ið hann sendir.v27Ótti fyri Guði leingir um lívið, men árini hjá gudleysum verða stytt.v28Væntan hjá rættlátum endar í gleði, men vónin hjá gudleysum verður til einkis.v29Harrans vegur er hinum sakleysa ein vernd, men illgerðarmonnum ein undirgangur.v30Rættvísur skal um ævir ei vikast, men gudleysir skulu ei byggja landið.v31Muður hins rættvísa gevur vísdóm av sær, men hin falska tungan verður burturslitin.v32Varrar hins rættvísa søkja hugnað, men muður teirra gudleysu er bert fals. |