Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðtøk Sálomons, kapittul 11
Framhald av fyrsta savni
v1Svikavág er Harranum ein andstygd, men fulla vág væl honum líkar.v2Kemur hugmóð, kemur skomm, men hjá lítillátum er vísdómur.v3Rættvís verða leidd av sakloysi sínum, men trúleys verða týnd av falsi sínum.v4Ríkidømi hjálpir ikki á vreiðinnar degi, men rættvísi bjargar frá deyða.v5Rættlæti hins sakleysa slættar honum vegin, men gudleysur fellur um gudloysi sítt.v6Rættvís verða bjargað av rættvísi síni, men trúleys verða fangað í egnari girnd.v7Tá ið gudleysur maður doyr, er vónin farin, og illskapar væntan er vorðin til einkis.v8Rættvísur verður bjargaður úr neyð, men gudleysur kemur aftur í hans stað.v9Við munninum eitt illmenni granna sín spillir, men rættvís verða av kunnugleika bjargað.v10Tá ið væl gongst rættvísum, fegnast bygdin, tá ið gudleysir farast, er gleðisongur.v11Við signing av sakleysum kemur bygdin upp, men við munni á gudleysum verður hon niðurbrotin.v12Óvitigur maður vanvirðir granna sín, men vitigur maður tegir.v13Sleyivætti ber loyndarmál út, men trúlyntur sakina loynir.v14Har sum einki er stýri, má fólkið falla, men har sum mangir eru ráðvísir, gongst alt væl.v15Illa er hann staddur, ið gongur í veður fyri annan, men hann, ið handtak hatar, er tryggur.v16Yndislig kona fær heiður, og valdsmenn vinna sær ríkidømi.v17Góðhjartaður maður ger sál síni gott, men grimmur skaðar sítt egna hold.v18Gudleysur vinnur sær svikaligan vinning, men tann, sum rættferð sáar, fær varandi løn.v19At fara fram við rættferð førir til lívs, at tráa eftir illum leiðir til deyða.v20Rangsinnaðir eru Harranum ein andstygd, men teir, ið sakleysir ganga, líka honum væl.v21Her er hondin upp á tað, at vándur sleppur ikki undan revsing, men avkomið hjá rættvísum verður bjargað.v22Eins og gullringur í svínstrýni so er føgur kona, sum onga hevur spekt.v23Tað, ið rættvísir ynskja, verður eina til eydnu, tað, ið gudleysir vóna, verður til vreiði.v24Ein gevur ríkliga og fær altíð meira aftur, annar verður armur av órættum sparni.v25Vælgerin sál skal verða ríkliga mettað, og tann, ið øðrum lívgar, skal sjálvur verða lívgaður.v26Honum, sum dungar kornið saman, honum bannar fólkið, men signing kemur yvir høvur hans, sum selur tað.v27Tann, sum søkir tað, ið gott er, finnur náði, men tann, sum leitar eftir illum, verður fyri tí.v28Tann, sum lítur á ríkidømi sítt, skal falla, men rættvísir skulu spretta eins og leyvið.v29Tann, sum hús sítt fær í ólag, skal arva vind, og dárin verður trælur hjá hinum vitra.v30Fruktin hjá rættvísum er eitt lívstræ, og hin vísi vinnur sálir.v31Sí, hin rættvísi fær viðurlag her á jørð, hvat tá hin gudleysi og syndarin?