Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðtøk Sálomons, kapittul 12
Framhald av fyrsta savni
v1Tann, ið elskar aga, elskar kunnskap, men tann, ið hatar revsing, er fákunnur.v2Hin góði fær hjá Harranum náði, men svikafullan mann hann dømir.v3Eingin maður verður støðufastur við gudloysi, men hjá rættvísum vikast ei rótin.v4Ein dugandi kona er manni sínum ein krúna, men ring kona er sum rot í beinum hans.v5Hugsanir hjá rættvísum eru hitt rætta, men ráðgerðir hjá gudleysum eru svik.v6Orðini hjá gudleysum eru um at ráða bana, men muðurin á rættvísum bjargar teimum.v7Gudleys verða kollvelt og eru so ikki longur til, men húsini hjá rættvísum standa.v8Eftir vitsku síni verður maður rósaður, men hin rangsinnaði verður fyri háð.v9Betri at vera lítil í metum og hava ein træl, enn at látast mikil og ikki eiga mat.v10Rættvísur hevur hjartalag fyri fenaði sínum, men gudleysur er harður í skapi.v11Tann, ið jørð sína dyrkar, verður mettur av breyði, men tann, ið gongur eftir fáfongd, hevur einki skil.v12Gudleysur hevur hug eftir illum fongi, men hjá rættvísum gevur rótin frukt.v13Varranna synd er ring snerra, men rættvísur sleppur út úr neyð.v14Av fruktum munsins fær maður góða mettu, og maður fær aftur tað, sum hendur hans gjørdu.v15Hin fákunni heldur sín veg vera rættan, men hin vísi lurtar eftir ráðum.v16Hin fákunni vísir straks gremju sína, men hin vitri vanvirðu dylur.v17Tann, ið sannførur er, mælir tað, ið rætt er, men falsvitni mælir svik.v18Tosið hjá mongum er sum svørðstingur, men tungan á vísum grøðir.v19Sannleiksvarrar standa við allar ævir, men lygitungur bert eina stund.v20Svik er í hjørtum teirra, sum ráðleggja ilt, men hjá teimum, sum elva frið, er gleði.v21Einki ilt hin rættvísa rámar, men gudleysir eru av vanlukkum fullir.v22Lygivarrar eru Harranum ein andstygd, men teir, sum við sannleika fara, væl honum líka.v23Vitur maður sín kunnleika loynir, men býttlinganna hjarta fer hátt við fákunni síni.v24Íðin hond kemur til ræði, men leti førir til trældóms.v25Harmur í hjarta á manni nívir tað niður, men eitt gott orð gleðir tað.v26Hin rættvísi velur sær haglendi sítt, men vegurin hjá gudleysum villir teir.v27Letingin fær onga villibráð, men ídnin er manni dýrt ríkidømi.v28Á rættferðar leið er lív, men gudloysis vegur gongur til deyða.