Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðtøk Sálomons, kapittul 15
Framhald av fyrsta savni
v1Blídligt andsvar stillar bræði, men hvast orð vekur vreiði.v2Vísmanna tunga fremur hollan kunnskap, men býttlinga muður goysir út fávitsku.v3Allar staðir eru eygu Harrans, tey hyggja eftir illum og góðum.v4Spakføri tungunnar er eitt lívstræ, men fals hennara veldur hjartamein.v5Hin fákunni vanvirðir aga faðirs síns, men klókur verður tann, sum eftir áminning tekur.v6Í húsi hins rættvísa er vælferð, men á inntøkum hins gudleysa er óskil.v7Vísmanna varrar stroya út kunnskap, men býttlinga hjarta er rangt.v8Offur hjá gudleysum er Harranum ein andstygd, men bøn hjá rættiligum væl honum líkar.v9Vegur hins gudleysa er Harranum ein andstygd, men tann, sum stundar á rættvísi, hann elskar.v10Ring revsing væntar honum, ið gongur út av leið, og tann, sum áminning hatar, skal doyggja.v11Helheimur og avdýpið liggja opin fyri Harranum, hvørt heldur tá hjørtuni á menniskjunnar børnum!v12Spottaranum ikki dámar at verða funnin at, og til vísmenn fer hann ikki.v13Glatt hjarta ger bjart andlit, men av hjartasorg verður dapur hugur.v14Hjarta hins vitra søkir fróðskap, men býttlinga muður fer við fávitsku.v15Allir eru dagar armingans vándir, men hin hjartaglaði er altíð í veitslu.v16Betri er lítið við ótta fyri Harranum enn stórar ognir við óró afturat.v17Betri er ein verður av káli, har sum kærleiki er, enn ein feitur oksi við hatri afturvið.v18Bráðlyntur maður vekur klandur, men hin tolni stillar trætur.v19Vegur letingans er eins og ein tornagirðing, men gøtan hjá rættiligum er bein.v20Vísur sonur gleðir faðir sín, men ringur maður vanvirðir móður sína.v21Vitleysum manni er fákunnin ein gleði, men vitur maður gongur beint fram.v22Ráð verða til einkis, har sum eingin er ráðagerð, men har sum mangir ráðleggja, fáa tey frama.v23Maður hevur gleði av svari muns síns, og hvør gott er eitt orð í rættari tíð!v24Hin hygni gongur lívsins veg uppeftir til tess at sleppa frá deyðans ríki í neðra.v25Húsið hjá dramblátum rívur Harrin niður, men setir upp markaskjalið hjá einkjum.v26Ilskuráð eru Harranum ein andstygd, men vinsemdar orð eru rein.v27Tann, sum ránakendur er, fær hús sítt í ólag, men tann, sum mutur hatar, skal liva.v28Hjarta hins rættvísa hugsar um, hvat hann skal svara, men muðurin á gudleysum goysir út illskap.v29Langt er Harrin frá gudleysum burtur, men bønir hinna rættvísu hann hoyrir.v30Ljóst eygnabrá gleðir hjartað, góð tíðindi geva merg í beinini.v31Oyra, sum lýðir á lívsins áminningar, man halda seg aftur at teimum vísu.v32Tann, sum aga havnar, sál sína vanvirðir, men tann, sum lýðir á áminning, fer fram í vitsku.v33Ótti fyri Harranum er agi at vísdómi, og eyðmýkt gongur fram um æru.