Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðtøk Sálomons, kapittul 16
Framhald av fyrsta savni
v1Hjá menniskjum eru hjartans hugsanir, men frá Harranum kemur svar tungunnar.v2Maður heldur allar vegir sínar vera reinar, men Harrin metir andarnar.v3Lít Harranum verk tíni til, tá skulu ráð tíni fáa frama.v4Alt hevur Harrin skapað fyri tess endamál, og eisini hin gudleysa fyri vanlukkudagin.v5Ein og hvør hugmóðigur er Harranum ein andstygd, tú kanst vera vísur í, at hann ikki sleppur órevsaður.v6Við kærleika og trúskapi verður bøtt fyri misgerð, og við ótta fyri Harranum víkur ein frá illum.v7Tá ið Harrin líkar atferð hjá manni, tá sættir hann eisini fíggindar hans við hann.v8Betri er lítið við rættferð enn stórar innløgur við órætti.v9Mansins hjarta upphugsar veg sín, men Harrin stýrir hans fetum.v10Guddómsorð eru á kongsins vørrum, í dómi skal muður hans ikki gera mistak.v11Rætt vág og rættar vágskálir hoyra Harranum til, hans verk eru øll lodd á vágini.v12At fremja ilt er fyri kongar ein andstygd, tí at við rættvísi stendur hásætið trygt.v13Rættlátar varrar kongum væl líkar, og teir elska teir, sum sannorðaðir eru.v14Kongsins vreiði er deyðans sendiboð, men vísur maður stillar hana.v15Í kongsins andlits ljósi er lív, og blídni hans er sum eitt æl um várið.v16Vísdóm at vinna er betri enn gull, vitsku at vinna er meiri enn silvur.v17At víkja frá illum er leiðin hjá rættvísum, at varða um veg sín er at varðveita sál sína.v18Hugmóð gongur undan undirgongd, og dramblæti undan falli.v19Betri at vera lítillátur við armingum enn at býta veiði við hástórum.v20Tann, sum gevur gætur eftir orðinum, finnur lukku, og sælur er tann, sum lítur á Harran.v21Tann, sum er vísur í hjarta, verður kallaður hyggin, og søtleiki varranna økir um lærdóm.v22Fróðskapur er ein lívskelda hjá honum, sum hann eigur, men fávitskan er agin hjá fávitskutum.v23Hjarta hins vísa ger munn hans hygnan og økir um lærdómin á vørrum hans.v24Vinalig orð eru dýrur hunangur, søt fyri sálina, heilsubót fyri beinini.v25Mangur kann halda ein veg vera rættan, men endin á honum er heljarleiðir.v26Hungur arbeiðsmansins arbeiðir fyri hann, tí at muður hans koyrir á hann.v27Eitt illmenni grevur vanlukkugrøv, og á vørrum hans er sum brennandi eldur.v28Falslyndur maður veldur trætur, og sleyivætti ger skilnað millum vina.v29Yvirgerðarmaður næsta sín lokkar og leiðir hann út á ringan veg.v30Tann, sum letur eyguni aftur, hugsar um svik, tann, sum trýstir varrarnar saman, hevur gjørt ilt.v31Grá hár eru ein heiðurskrúna, hon er at vinna á rættferðar vegi.v32Tann, sum tolmóð hevur, er betri enn ein kappi, og tann, sum sinni sínum stýrir, betri enn tann, sum vinnur borg.v33Lutin tey kasta í fanginum, men øll avgerð hans kemur frá Harranum.