Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðtøk Sálomons, kapittul 17
Framhald av fyrsta savni
v1Betri er berur breyðbiti í náðum enn fult hús av offurkjøti við klandri.v2Hyggin trælur skal ráða yvir ringum syni, og hann skal taka við arvi millum brøðra.v3Bráðpannan er fyri silvurið og ovnurin fyri gullið, men tann, ið hjørtuni roynir, er Harrin.v4Illmennið gevur falsvørrum gætur, lygnarin lýðir á skaðatungu.v5Tann, ið fátækan spottar, vanvirðir skapara hans, og tann, ið gleðist yvir ólukku, skal ikki sleppa órevsaður.v6Barnabørn er teimum gomlu ein krúna, og fedrarnir eru børnunum ein heiður.v7Tað hóskar ikki einum dára at tala stór orð, enn minni einum rættum manni at ljúgva.v8Mutur er ein gimsteinur hjá honum, ið tað gevur, hvar hann sær vendir, ber hjá honum í lag.v9Tann, ið breiðir yvir misgerð, søkir vinskap, men tann, ið rívur upp sak, veldur skilnað millum vina.v10Ábreiðsla rínur meira við skilamann enn hundrað høgg við býttling.v11Eina uppreist søkir hin vándi, men grimmur boðberi verður sendur móti honum.v12Heldur møta eini bjørn, sum mist hevur ungar sínar, enn einum býttlingi í fávitsku síni.v13Tann, sum lønir gott við illum, frá húsi hans skal ilt ikki víkja.v14At byrja klandur er sum at lata upp fyri vatni, lat tí av trætuni, áðrenn bitið verður á kampi.v15Tann, sum sekan fríkennir, og tann, sum sakleysan dómfellir, teir eru báðir Harranum ein andstygd.v16Hvat skulu peningar í hendi býttlingsins at keypa vísdóm fyri, tá ið vitskan trýtur?v17Ein vinur elskar altíð, og ein bróðir verður føddur til hjálpar í neyð.v18Óhyggin er maður, sum gevur handslag, og sum gongur í veður fyri næsta sín.v19Tann, sum elskar trætu, elskar misgerð, tann, sum høgar ger dyr sínar, søkir undirgang.v20Tann, sum rangt hevur hjarta, finnur onga lukku, og tann, sum falska hevur tungu, fellur í vanlukku.v21Tann, sum eigur av sær ein býttling, honum er tað sorg, og faðirin at einum dára er ikki glaður.v22Glatt hjarta gevur heilsubót góða, men dapur hugur fær beinini at visna.v23Hin gudleysi tekur við mutri í loynd fyri at snúgva vegir rættvísinnar.v24Hin hygni hevur vísdómin fyri framman seg, men eygu býttlingsins eru við heimsins endar.v25Fákunnur sonur er faðir sínum ein sorg og ein sárur harmur hjá henni, sum hann átti.v26At eisini rættvísir fáa sekt, er ikki gott, men at sláa rættar menn, tað ber tó av.v27Hyggin er fámæltur maður, og vitur maður er kaldur í huga.v28Hin fákunni verður hildin fyri vísur, tá ið hann tegir, og klókur, tá ið hann letur varrarnar aftur.