Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðtøk Sálomons, kapittul 18
Framhald av fyrsta savni
v1Serlyndur maður ger tað, honum sjálvum lystir, at øllum hyggjuráðum hann glepsar.v2Býttlingurin leggur ikki í vitsku, men vil heldur, at hugsan hans verður kunn.v3Har sum gudleysur kemur, har kemur vanvirðing við, og við skomm fylgir spott.v4Djúp vøtn eru orð av mans munni, rennandi løkur, vísdóms kelda.v5Tað er ikki beint at geva gudleysum viðhald og at týna rættin fyri sakleysum.v6Býttlingsins varrar koma upp í klandur, og muður hans rópar eftir høggum.v7Muður býttlingsins er honum ein ólukka, og varrar hans eru fyri sál hans ein snerra.v8Baktalarans orð eru eins og góðgæti, og tey ganga væl niður í búkin.v9Tann, sum er órøkin í arbeiði sínum, er bróðir hans, sum er oyðslusamur.v10Harrans navn er eitt sterkt torn, hagar flýggjar hin rættvísi og er vardur.v11Ríkismans ognir eru hans fasta borg og ein óklívandi múrur í hans egnu hugsan.v12Hjartans hugmóð á manni gongur undan falli, og eyðmýkt gongur undan æru.v13Um einhvør svarar, áðrenn hann hoyrir, tá verður tað honum ein dárskapur og skomm.v14Mansins mót heldur honum uppi í sjúkdómi hans, men eitt fallið mót, hvør kann bera tað?v15Hjarta hins vitra vinnur sær kunnskap, og oyru hinna vísu søkja kunnskap.v16Gáva, sum maður gevur, rúmkar fyri honum og leiðir hann fram fyri stórmenn.v17Tann, sum fyrri ber fram trætumál sítt, hevur rætt, til mótpartur hansara kemur og rannsakar hann.v18Lutkastið ger enda á trætum og skilir sundur mætar menn.v19Bróðir, sum er svikin, er ringari at vinna enn sterk borg, og deilur við hann eru sum stengur fyri borgardurum.v20Av fruktum av mans munni verður búkur hans mettur, av ávøksti varranna mettast hann.v21Deyði og lív eru í tungunnar valdi, og tann, sum hevur teym á henni, skal njóta frukt hennar.v22Tann, sum hevur funnið konu, hevur funnið lukku og hevur fingið náðigávu frá Harranum.v23Fátækur talar við bønligum orðum, men ríkur svarar við hørðum.v24Illa gongst manni, sum hevur nógvar vinir, men til er alvinur, sum er hollari enn bróðir.