|
Orðtøk Sálomons, kapittul 2 Ávøkstur vísdómsins v1Sonur mín, um tú tekur við orðum mínum og goymir boð míni hjá tær,v2so at tú vendir oyra tínum til vísdóms og hjarta títt boyggir at skynsemi,v3ja, um tú kallar á klókskap, letur róp títt ljóða eftir skili,v4um tú leitar eftir teim sum eftir silvuri, sóknast eftir teim sum eftir fjaldum gripum,v5tá manst tú skilja, hvat gudsótti er, og kunnskap um Guð manst tú finna.v6Tí at Harrin gevur vísdóm, av munni hans koma kunnskapur og skil;v7hann goymir teimum rættsintu lukkuna, er skjøldur teirra, sum í sakloysi ganga,v8tí at hann vakir yvir stigum rættarins og varðveitir vegin hjá teim, ið hann óttast.v9Tá manst tú fata rættvísi og rættferð, rættlæti, hvønn ein góðan veg.v10Tí at vísdómurin man koma inn í hjarta títt, og kunnskapurin vera sál tíni yndisligur;v11umhugsan man vaka yvir tær, skynsemi man varðveita teg –v12fyri at frelsa teg frá einum illum vegi, frá teimum monnum, ið fara við falsi,v13frá teim, ið fara av rættferðar leiðum fyri at ganga á myrkursins vegum,v14ið hava gleði av tí at gera ilt og fegnast av ilskubrøgdum,v15ið vegir sínar krókutar gera og allar sniðgøtur ganga;v16fyri at frelsa teg frá annars mans konu, frá fremmandari konu við blíðmæltum orðum,v17ið ungdóms vin sín hevur svikið og gloymt hevur sáttmálan við Guð sín;v18tí at hús hennara horvir í deyðan, spor hennara leiða til deydninganna niður;v19teir, ið inn til hennara fara, koma ikki aftur, og aldri teir komast á lívsins vegir –v20fyri at tú kanst ganga á góða manna vegi og halda teg á leiðum teirra rættvísu.v21Tí at teir rættsintu munnu byggja landið, og teir sakleysu verða eftir í tí.v22Men teir gudleysu munnu verða oyddir úr landinum, og teir svikaligu verða slitnir upp úr tí. |