|
Orðtøk Sálomons, kapittul 21 Framhald av fyrsta savni v1Kongsins hjarta er eins og áarløkir í Harrans hond, hann leiðir tað hagar, sum honum lystir.v2Maður heldur allar vegir sínar vera rættar, men Harrin metir hjørtuni.v3Rættvísi og rætt at inna, tað Harranum betur líkar enn offur.v4Dramblát eygu og hástórt hjarta – lampan hjá gudleysum er synd.v5Umhugsan hjá ídnum manni gevur bert vinning, men av øllum bráðræsi nýtst bert tap.v6Ognir, sum fingnar eru við lygitungu, eru sum farandi vindblak, deyðans snerrur.v7Óspekt vándra manna forkemur teimum sjálvum, tí at teir bórust undan at gera tað, sum rætt er.v8Skákvegir gongur syndasekur maður, men hin reini fer beina leið fram.v9Betri at búgva í einum horni á takinum enn at hava sambúgv við klandursamari konu.v10Sál hins gudleysa stundar á ilt, næsti hans finnur onga miskunn hjá honum.v11Verður spottarin revsaður, gerst hin einfaldi klókur, og verður hin vitri lærdur, tekur hann við kunnskapi.v12Rættvísur gevur gætur eftir húsi hins gudleysa, hann gudleysar stoytir í vanlukku oman.v13Tann, sum oyruni tippir fyri armingans rópi, hann skal sjálvur rópa og ikki fáa bønhoyrslu.v14Gáva í loyndum stillar vreiði, og mutur í barmi sterkan yvirhuga.v15Rættvísum manni er tað gleði at gera tað, sum rætt er, men illgerðarmonnum ein ræðsla.v16Maður, ið villist av klókskapar vegi, skal koma at hvíla í skugganna liði.v17Armur verður maður, ið teiti elskar, ei verður tann ríkur, ið elskar vín og olju.v18Hin gudleysi er loysigjald fyri hin rættvísa, og ótrúgvur kemur í stað hins trúgva.v19Betri at búgva í oyðimørk enn við klandursamari og illførari konu.v20Dýrar skattir og olju hevur vísur í heimbýli sínum, men býttlingurin oyðir tað alt.v21Tann, sum stundar á rættlæti og miskunn, hann skal finna lív og rættlæti og heiður.v22Ein stað av kappum vísmaður vinnur og brýtur borgina niður, sum var álit hans.v23Tann, sum varðveitir munn sín og tungu, hann varðveitir sál sína frá neyðum.v24Hin hástóri og drambláti – navn hans er spottari – hann fer fram við ræðuligum ovurmóði.v25Ynski letingans drepa hann sjálvan, tí at hendur hans vilja einki virka.v26Allan dagin verður biðið og biðið, men hin rættvísi gevur og er ikki pírin.v27Offur hjá gudleysum er ein andstygd, serliga tá ið teir lata tað fyri illgerð.v28Falsvitni til grundar skal fara, men maður, sum hoyrt hevur, skal altíð tala.v29Gudleysur maður hevur ljótan atburð, men rættiligur maður hyggur um veg sín.v30Eingin er vísdómur, og einki er hygni, og eingi eru ráð móti Harranum.v31Hesturin er búgvin til orrustudagin, men sigurin er í Harrans hond. |