|
Orðtøk Sálomons, kapittul 22 Framhald av fyrsta savni v1Gott navn er meira vert enn stórt ríkidømi, mannatokki er betri enn silvur og gull.v2Ríkur og fátækur hittast, Harrin hevur skapað teir báðar.v3Vitur maður sær vandan og fjalir seg, men fákunnir halda á og mega bøta afturfyri.v4Lønin fyri eyðmýkt og Harrans ótta er ríkdómur, heiður og lív.v5Tornir og snerrur eru á vegi hins svikafulla, tann, sum lív sítt vil varða, heldur seg burtur frá teimum.v6Lær tú óvitan um vegin, hann skal halda, so man hann enn á gamalsaldri ikki víkja av honum.v7Ríkur yvir fátækum ræður, og tann, ið fær lán, verður trælur hans, sum gevur lán.v8Tann, sum órætt sáar, skal vanlukku heysta, og hugmóðs stavur hans verður fyri ongum.v9Góðhjartaður maður verður vælsignaður, tí at hann gevur arminganum av breyði sínum.v10Rek spottaran burt, so fer ósemjan burt, og tú fært frið fyri klandri og skomm.v11Tann, sum er hjartareinur, elskar Harrin, tann, sum er yndisorðaður, er kongsins vinur.v12Harrans eygu varða um kunnskap, men hann kollveltir svikarans orðum.v13Letingin sigur: «Ein leyva er fyri uttan, eg kann verða dripin mitt á gøtuni.»v14Ein djúp grøv er muðurin á fremmandum konum, tann, sum er fyri Harrans vreiði, fellur í hana.v15Fávitskan situr føst í hjartanum á hinum unga, men revsingarstavurin tekur hana burtur frá honum.v16At kúga hin fátæka økir um ognir hans, at geva hinum ríka veldur honum bert armóð. Annað savn v17Boygg oyra títt og lýð á vísmanna orð og vend hjarta tínum at kunnleika mínum!v18Tí at tað er dámligt, at tú goymir tey tær í brósti, og at tey eru øll til reiðar á vørrum tínum!v19Fyri at tú skalt á Harranum hava álit títt, læri eg teg í dag, júst teg.v20Havi eg ikki skrivað tær fyrndarorð við hyggjuráðum og vitskuv21fyri at kunngera tær sannleika, álítandi orð, so at tú við álítandi orðum kann svara teimum, ið teg senda? v22Ræn ikki hin vesæla, tí at hann er vesælur, og týn ikki hin forfjónaða á tingi;v23tí at Harrin skal føra teirra sak og taka lív teirra, sum taka frá teimum.v24Far ikki í hóslag við illføran mann, og hav ikki við at gera tann, sum bráðsintur er,v25at tú ikki skalt venjast til atburð hans og fáa tær snerru fyri lív títt.v26Ver ikki millum teirra, sum handslag geva, millum teirra, sum ganga í veður fyri skuld;v27tí tá ið tú einki hevur at gjalda við, vilt tú tá lata teir taka seingina undan tær?v28Flyt ikki avgomul markaskjal, sum fedrar tínir hava sett.v29Sært tú dugandi mann í verki sínum, hann man kom at tæna hjá kongum, ikki man hann vilja smámonnum tæna. |