|
Orðtøk Sálomons, kapittul 23 Framhald av øðrum savni v1Tá ið tú hjá høvdinga situr til borðs, tá gev tí væl gætur, hvønn tú hevur fyri tær,v2og set tær knív á barkan, um tú ert átufrekur.v3Stunda ikki eftir góðgæti hans, tí at tað er svikaligur kostur.v4Stríðst ikki við at vera ríkur, lat slíkan klókskap tín fara.v5Skulu eygu tíni fljúgva at ríkdómi, sum hvørvur? Tí at vist er tað, at hann ger sær veingir eins og ørnin, ið flýgur móti himni.v6Et ikki breyð hjá manni, ið misunnir tær, og stunda ikki eftir krásum hans.v7Tí at sum hann roknar eftir í sál síni, soleiðis er hann. «Et og drekk!» hann sigur við teg, men hjarta hans er ikki hjá tær.v8Bitan, sum tú hevur etið, mást tú spýggja upp aftur, og tú hevur spilt tíni føgru orð.v9Tala ikki fyri oyrunum á dára, tí at hann vanvirðir vísdómin í orðum tínum.v10Flyt ikki markaskjal hjá einkjum og far ikki inn á jørðina hjá faðirleysum.v11Tí at málsmaður teirra er sterkur, hann skal føra sak teirra móti tær.v12Vend hjarta tínum at aga og oyrum tínum at kunnskapar orðum.v13Spar ikki dreingin fyri aga; um tú slært hann við koyrlinum, doyr hann ikki.v14Tú slært hann við koyrlinum, og sál hans tú bjargar frá deyðaheimi.v15Sonur mín, verður hjarta títt viturt, tá gleðist eisini hjarta mítt;v16og nýru míni fegnast, tá ið varrar tínar mæla tað, sum rætt er.v17Lat ikki hjarta títt øvunda syndarum, men heldur hvønn dag fyri gudsótta vera hugað;v18tá skalt tú vissuliga eiga framtíð, og vón tín skal ikki verða til einkis.v19Hoyr tú, sonur mín, og ver tú vitur og stýr tínum hjarta beina leið.v20Ver ikki við millum teirra, ið drekka vín, millum teirra, ið oveta seg í kjøti.v21Tí at drykkjumenn og átarar koma í armóð, og svøvnur klæðir í spjarrar.v22Lýð tú á faðir tín, sum hevur teg gitið, og vanvirð ikki móður tína, tá ið hon er vorðin gomul.v23Keyp tú sannleika, og sel hann ikki, vísdóm og aga og skil.v24Faðirin at einum rættvísum stórliga fegnast, og tann, sum gat vitran son, fær gleði av honum.v25Lat faðir tín og móður tína gleðast, og hana, sum føddi teg, fegnast.v26Sonur mín, gev mær hjarta títt, og lat vegir mínar falla væl eygum tínum.v27Tí at skøkjan er ein djúp grøv, og hin fremmanda konan ein trongur brunnur.v28Ja, hon liggur á loynum eins og ránsmaður, og hon økir um talið á ótrúgvum millum manna.v29Hvør gevur seg? Hvør gremur seg? Hvør hevur klandur? Hvør hevur klagur? Hvør hevur sjálvvoldar skeinur? Hvør hevur døpur eygu?v30Teir, sum sita leingi uppi við víni, teir, sum koma og smakka á virtin.v31Hygg ikki at víninum, hvussu reytt tað er, hvussu tað glógvar í steypinum og væl rennur niður!v32At endanum tað bítur sum ein slanga og spýr eitur sum ein ormur.v33Eygu tíni síggja undarligar sjónir, og hjarta títt í ørviti talar.v34Og tú verður sum tann, ið liggur á víðum havi, og sum tann, ið liggur ovast í siglutræi.v35«Teir hava sligið meg, men eg havi ikki ilt, teir hava bukað meg, men eg føli tað ikki. Nær man eg vakna? Aftur vil eg sóknast eftir tí!» |