Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðtøk Sálomons, kapittul 26
Framhald av fjórða savni
v1Eins og kavi um summarið og regn um heystið, so hóskar ikki æra fyri dára.v2Eins og spurvin, ið flagsar burt, og svalan, ið fer á flog, so er grundaleys illbøn – hon rínur ikki á.v3Koyril til hestin og teymur til ásinið og stavur til bakið á dárum.v4Svara ikki dáranum eftir fávitsku hans, so at tú ikki sjálvur verður honum líkur.v5Svara dáranum eftir fávitsku hans, so at hann ikki skal halda seg sjálvan vera vísan.v6Tann høggur føturnar av sær og fær sút at drekka, sum sendir boð við einum dára.v7Visin hanga beinini á vanførum manni, so eru orðtøk í munni á dárum.v8Sum at binda stein í sleingiband, so er tað at veita einum dára æru.v9Eins og tornagrein í hondini á druknum manni, so eru orðtøk í munni á dárum.v10Eins og skotmaður, sum særir alt, so er tann, sum leigar ein dára og hvønn, sum fer framvið.v11Eins og hundur, sum vendir aftur til spýggju sína, so er ein dári, sum tekur upp aftur fávitsku sína.v12Sært tú mann, sum heldur seg sjálvan vísan, tá er størri vón um dáran enn um hann.v13Letingin sigur: «Tað er eitt villdjór á veginum, ein leyva úti á torgunum.»v14Hurðin snarar sær á leikindunum, og letingin snarar sær á legu síni.v15Latur maður drepur hondina í fatið, men tað er honum strævið at føra hana upp aftur til munnin.v16Latur maður heldur seg vísari vera enn sjey, sum geva vitug andsvør.v17Eins og tann, sum tekur um oyruni á hundi, sum fer rennandi framvið, so er tann, sum fýkur upp í øði um trætu, sum honum ikki kemur við.v18Eins og óður maður, sum skjýtur við brennandi ørvum – við banaskotum –v19so er tann maður, sum næsta sín svíkur og sigur: «Eg gjørdi tað bara til stuttleika.»v20Tá ið brennið er uppi, sloknar eldurin, tá ið eingin baktalari er, heldur klandrið uppat.v21Eins og kol skal til gløður og viður til eld, so skal illførur maður til at birta klandur.v22Baktalarans orð eru eins og góðgæti, og tey ganga væl niður í búkin.v23Eins og silvurskón uttan á pottabroti, so eru brennandi varrar og ilt hjarta.v24Við vørrum sínum letist óvinurin vinaliga, men svik ber hann í hjarta.v25Tá ið hann blíðmæltur talar, tá trúgv honum ikki, tí at sjey andstygdir eru í hjarta hans.v26Tó at hatrið seg dylur í sviki, so kemur tó tess illskapur upp á fundi.v27Tann, sum grevur eina grøv, fellur í hana sjálvur, og steinurin dettur aftur á tann, sum rullar hann.v28Lygitungan hatar tey, sum hon hevur kúgað, og falsmuðurin førir til undirgangs.