Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðtøk Sálomons, kapittul 28
Framhald av fjórða savni
v1Gudleysir flýggja, um eingin teir eltir, rættvísir eru sum ein ung leyva tryggir.v2Tá ið eitt land fer í spillu, gerast har mangir høvdingar, men við einum hygnum og skilagóðum manni varar rætturin leingi.v3Fátækur maður, sum kúgar neyðarfólk, er eins og skolandi regn, sum ikki gevur breyð.v4Teir, sum fara frá lógini, prísa hinum gudleysu, men teir, sum halda lógina, stríðast móti teimum.v5Illmenni skilja ikki, hvat ið rætt er, men teir, sum søkja Harran, skilja alt.v6Betri er fátækur maður, sum gongur í sakloysi sínum, enn tann, sum gongur tvinnanda gøtur, um hann er ríkur.v7Tann, sum varðveitir lógina, er hyggin sonur, men tann, sum fer í hóslag við óhógvsmenn, ger faðir sínum skomm.v8Tann, sum økir um ogn sína við rentu og okri, hann savnar til hansara, sum er góður móti fátækum fólki.v9Tann, sum vendir oyra sínum burtur, at hann ikki hoyrir lógina, – sjálvt bøn hans er ein andstygd.v10Tann, sum villir rættiligar menn út á vándan veg, hann fellur sjálvur í sína egnu grøv; men sakleysir skulu fáa gott í arv.v11Ríkur maður heldur seg vísan, men vitugur, fátækur maður granskar hann út.v12Tá ið rættvísir fegnast, er dýrdin stór, men tá ið gudleysir koma upp, krógva fólk seg burtur.v13Tann, sum dylur misgerðir sínar, fær onga eydnu, men tann, sum gongur við tær og letur av teim, skal finna miskunn.v14Sælur er maður, sum altíð er varur, men tann, sum herðir hjarta sítt, fellur í ólukku.v15Eins og ýlandi leyva og ránfús bjørn, so er gudleysur høvdingi yvir einum fátækum fólki.v16Høvdingi, sum lítið hevur vit, men nógv hevur vald! Tann, sum hatar órættan vinning, skal fáa langa ævi.v17Maður, sum blóðsøk hevur á sær, flýggjar líka á gravarbakkan, eingin skal steðga honum.v18Tann, sum í sakloysi gongur, verður frelstur, men tann, sum gongur tvinnanda gøtur, fellur á aðrari.v19Tann, sum jørð sína dyrkar, verður mettur av breyði, men tann, sum fer eftir fáfongd, verður mettur av armóð.v20Trúfastur maður verður ríkliga vælsignaður, men tann, sum í bræði vil verða ríkur, sleppur ikki órevsaður.v21At gera mannamun er einki gott, men mangur maður verður brotsmaður fyri ein breyðbita.v22Hin avundsjúki skundar sær eftir ríkidømi, hann veit ikki, at trot kemur at vera hjá honum.v23Tann, sum revsar ein mann, vinnur síðan tøkk heldur enn tann, sum tungumjúkur talar.v24Tann, sum rænir faðir sín og móður sína og sigur: «Tað er eingin synd;» hann er lagsbróðir við tann, sum forkemur øllum.v25Hin vinnusjúki veldur trætur, men tann, sum lítur á Harran, fær signing.v26Tann, sum lítur á sítt egna vit, er ein dári, men tann, sum í vísdómi gongur, verður frelstur.v27Tann, sum gevur fátækum, skal onga neyð líða, men tann, sum letur eyguni aftur, fær nógvar illbønir.v28Tá ið gudleysir koma upp, krógva fólk seg, tá ið teir fara til grundar, nørast rættvísir.