|
Orðtøk Sálomons, kapittul 29 Framhald av fjórða savni v1Tann maður, sum ofta hevur fingið revsing, og tó er andbráður, hann man brádliga verða sundurbrotin, og einki er hann at grøða.v2Tá ið rættvísir nørast, gleðist fólkið, men tá ið gudleysir koma til ræðið, stynjar fólkið.v3Tann, sum elskar vísdóm, gleðir faðir sín, men tann, sum fer í hóslag við skøkjur, oyðir ognir sínar.v4Ein kongur heldur landi sínum uppi við rætti, men tann, sum tekur mutur, leggur tað í oyði.v5Tann maður, sum søtorðaður er móti næsta sínum, hann leggur net fyri føtur hans.v6Í ilsmans misgerð er ein snerra, men rættvísur maður fegnast og gleðist.v7Rættvísur maður veit um viðurskifti arminganna, hin gudleysi leggur ikki í at vita um nakað.v8Spottarar loypa øsing í ein stað, men vísir menn stilla vreiðina.v9Tá ið vísur maður hevur sak við ein dára, tá leikar hann í og flennir, so har verður eingin friður.v10Drápsfúsir menn hata hin sakleysa, og hinum rættiligu liggja teir eftir lívinum.v11Øllum illsinni sínum sleppir dárin út, men hin vísi doyvir tað til endans.v12Tá ið høvdingi lýðir á lygnarorð, tá verða allir tænarar hans níðingar.v13Hin fátæki og ríkiskroppurin hittast, eyguni í báðum letur Harrin lýsa.v14Tann kongur, sum dømir armingar við rættvísi, hásæti hans skal standa trygt allar ævir.v15Koyril og agi veita speki, men ein agaleysur drongur ger móður síni skomm.v16Tá ið gudleysir taka til, tekur syndin til, men rættvísir skulu síggja fall teirra.v17Aga tú son tín, tá skal hann geva tær ró og veita sál tíni sælu.v18Við ongum hugsjónum villist fólkið, men sælur er tann, sum varðveitir lógina.v19Ein trælur verður ikki agaður við orðum, tí at hann skilir tey væl, men leggur ikki í tey.v20Sært tú ein mann, sum er skjótur við orðum, tá er størri vón um dáran enn um hann.v21Gevur maður træli sínum eftirlæti frá ungdómi, tá vil hann vanvirða hann til endans.v22Illførur maður veldur klandur, og bráðlyndur maður ger manga misgerð.v23Mansins hugmóð førir til fals, men hin eyðmjúki skal fáa æru.v24Tann, sum er í parti við tjóvinum, hatar sál sína, hann hoyrir bannanina, men sigur tó ikki frá.v25Mannaótti leiðir í snerrur, men tann, sum lítur á Harran, verður bjargaður.v26Mangir royna at fáa høvdingans yndi, men frá Harranum fær hvør maður sín rætt.v27Ein andstygd fyri rættvísum er ein órættvísur maður, og ein andstygd fyri gudleysum er tann, sum fer rættiliga at. |