Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðtøk Sálomons, kapittul 3
Óttast Harran
v1Sonur mín, gloym ikki læru mína, hjarta títt varðveiti boðorð míni;v2tí at mangar dagar og æviár og vælferð tey tær munnu ríkliga veita.v3Kærleiki og trúfesti víki aldri tær frá, bind tey um háls tín, skriva tey á hjartans talvu tína;v4tá manst tú finna náði og hyggjuráð góð bæði í eygum Guðs og manna.v5Troysta á Harran av øllum tínum hjarta, men lít ikki á vitsku tína.v6Minst til hansara á øllum tínum leiðum, so man hann javna vegir tínar.v7Ver ikki vísur í egnum eygum, óttast Harran og flýggja frá illum;v8tað skal verða heilsubót fyri likam títt, heilivágur fyri bein tíni.v9Æra Harran við ognum tínum, við frumgróðrinum av øllum tí, tú heystar,v10tá munnu løður tínar verða ovurfyltar, vínker tíni verða á tremur.v11Sonur mín, vanvirð ikki aga Harrans, grem teg ikki um revsing hans;v12tí at Harrin agar tann, sum hann elskar, eins og ein faðir tann son, hann er góður við.
Virði vísdómsins
v13Sælur er maður, ið vísdóm hevur funnið, maður, ið vinnur sær vitsku.v14Tí at betri er hana at vinna enn silvur at vinna, og at ognast hana meiri enn gull.v15Dýrmætari er hon enn perlur, allir dýrgripir tínir kunnu ei metast javnt við hana.v16Eitt langt lív er í hennara høgru hond, ríkidømi og æra í vinstru.v17Vegir hennara eru yndisligir vegir, og allar gøtur hennara vælferð.v18Hon er lívstræ fyri teimum, ið grípa hana, og sælur er hvør tann, ið heldur fast í hana.v19Harrin grundaði jørðina við vísdómi, festi himmalin við vitsku.v20Fyri kunnskapi hans skildust havdjúpini sundur, og drýpur døggin úr skýggjunum niður.v21Sonur mín, lat tey ei víkja frá eygum tínum, varðveit tú vísdóm og umhugsan,v22tá munnu tey verða sál tíni lív og prýði fyri háls tín.v23Tá manst tú ganga veg tín tryggur og ikki sláa fótin ímóti.v24Tá ið tú fert at leggjast, skalt ikki tú ræðast, og tá ið tú ert lagstur, skal svøvnurin verða søtur.v25Ikki skalt tú óttast bráða ræðslu ella ta ódn, sum á teir gudleysu brestur.v26Tí at Harrin skal vera álit títt og varðveita fót tín, at hann ikki verður heftur.
Gávumildi og gudsótti bera signing við sær
v27Synja ikki honum nakað gott, ið tað tørvar, um tað er í tínum valdi at gera tað.v28Sig ikki við næsta tín: «Far og kom aftur, í morgin skal eg geva tær» – um tú eigur tað til.v29Hugsa ikki um ilt móti næsta tínum, meðan hann situr hjá tær tryggur.v30Deil ikki við nakran uttan orsøk, um hann ikki hevur gjørt tær nakað mein.v31Øvunda ikki yvirgerðarmannin, og vel tær ongan av øllum vegum hans.v32Tí at ein falsari er Harranum ein andstygd, men við teir rættsintu hann samfelag hevur.v33Banning Harrans er í húsi hins gudleysa, men bústað teirra rættvísu signar hann.v34Spottarar spottar hann, men eyðmjúkum gevur hann náði.v35Vísir munnu heiður vinna, men dárar fáa skomm til býtis.