Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðtøk Sálomons, kapittul 5
Ávaring móti hori og áminning um trúskap
v1Sonur mín, gev gætur eftir vísdómi mínum, vend oyra tínum at vitsku míni,v2fyri at tú mást goyma hyggjuráð góð, og varrar tínar eiga kunnskap.v3Tí at hunangur drýpur av vørrum annars mans konu, og hálari enn olja er gómur hennara.v4Men í síðstuni verður hon beisk sum malurt, hvøss sum eitt tvíeggjað svørð.v5Føtur hennara ganga niður til deyðans, spor hennara føra til heljar.v6Hon gongur ikki eftir lívsins vegi, men vinglar ymsar leiðir og veit ikki, hvar hon fer.v7Og nú, synir mínir, lýðið á meg, og víkið ikki frá tí, ið muður mín mælir!v8Halt leið tína langt frá henni, kom ikki nær at húsdurum hennara,v9at tú ikki mást geva øðrum æru tína, og ár tíni grimmum manni,v10at fremmandir ikki mega mettast av ognum tínum, og tað, ið tú við strevi hevur vunnið, koma í annars mans hús,v11og tú at endanum mást stynja, tá ið hold títt og likam er burturtært,v12og siga: «Hvussu kundi eg hata aga, og hjarta mítt vanvirða áminning!v13Hví lurtaði eg ikki eftir lærarum mínum og lýddi á teir, ið vegleiddu meg!v14Eg tætt við var komin í størstu neyð mitt í mannfjøld, sum sat á tingi!»v15Drekk tú vatn úr tínum egna brunni, rennandi vatn úr tíni egnu keldu!v16Eiga keldur tínar at renna út um gøtur, áarløkir tínir út um torg?v17Tær eina skulu tær tilhoyra, og ongum fremmandum við tær.v18Vælsignað veri kelda tín, og gleð teg um títt ungdóms vív,v19elskhugarhindina, yndisgaselluna. Barmur hennara altíð teg lívgi, og ást hennara altíð teg tøli!v20Hví skuldi tú, sonur mín, tølast av annars mans konu, og fevna barmin á fremmandari konu?v21Tí at fyri Harrans eygum eru hvørs mans vegir, og hann javnar allar hans gøtur.v22Hin gudleysi verður fangaður í misgerðum sínum, verður fastur í syndabondum sínum.v23Hann doyr vegna trot á aga, forferst fyri sín stóra dárskap.